John Dalsgarð heldur fram

2 April 2016
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Á flokstinginum fríggjakvøldið var eisini val av starvsnevnd á skrá.

Í uppskoti vóru John Dalsgarð, Jóhan Christiansen og Sólvi Símunarson, til sessin sum starvsnevndarlimur eftir lógum floksins , § 28 stk. 7

Eftir atkvøðugreiðsluna var greitt at John Dalsgarð heldur fram sum starvsnevndarlimur fyri Tjóðveldi.
John Dalsgarð hevur sitið í starvsnevndini í tvey ár, og byrja nú sína 3. Setu.