Johan Dahl, Kaj Leo og Eidesgaard skulu standa til svars í Eik-málinum

19 October 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Johan Dahl skal svara um leiklutin hjá Skráseting Føroya. Kaj Leo Johannesen skal greiða frá landsstýrisins viðgerð, avgerðum og samskifti innanhýsis og við danskar myndugleikar. Og Jóannes Eidesgaard skal greiða frá metingum um peningaliga kostnaðin fyri føroyska samfelagið av, at allur partapeningur og ábyrgdarkapitalur er mistur.

Umframt Eik-málið, spyr Høgni Hoydal eisini um onnur mál, ið hava við fíggjarstøðuna í landinum at gera. Eitt nú skal Johan Dahl greiða frá støðuni hjá Framtaksgrunninum og ábyrgd landsstýrisins. Kaj Leo Johannesen skal greiða frá politikkinum mótvegis veikastu samfelagsbólkunum og hvussu hann samsvarar við vallyftini hjá løgmanni. Og Jóannes Eidesgaard skal greiða frá, hvussu stórur handil fer fram við partafeløgum, ið hava hall, sum verða nýtt hjá øðrum feløgum til at draga skatt frá.

Spurningarnir eru soljóðandi:

Til Johan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum

um leiklutin hjá Vinnumálaráðnum og Skráseting Føroya í sambandi við Eik-grunnin

Heldur landsstýrismaðurin, at Skráseting Føroya hevur upplýst og grundgivið rætt fyri sínum uppgávum, avgerðum og metingum í sambandi við málið og frágreiðing um Eik-grunnin?


Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví Eik-grunnurin søkti um loyvi og tilsøgn frá Skráseting Føroya í sambandi við at veita trygdir í Eik-samtakinum – t.e. var hetta tí trygdirnar nú eisini skuldu umfata Eik í Danmark og var hetta eitt krav frá Finansiel Stabilitet fyri at veita statsveðhald?


Vita landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið ikki hvørjar uppgávur og skyldur liggja í lóggávu, í reglum og hjá stovnum, sum tey sjálvi fyrisita, tá landsstýrismaðurin nú boðar frá, at hann hevur biðið um privata hjálp til at greiða frá, hvørjar uppgávurnar eru hjá Skráseting Føroya og Vinnumálarráðnum í eini fyrisitingarligari uppgávu?


Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja eina óhefta kanning av málinum í sambandi við tilsøgn til Eik-grunnin, heldur enn at biða um privata kanning av, hvørji politisku málini og ætlanirnar eru hjá landsstýrismanninum sjálvum og hansara fyrisiting á hesum øki?

Til Kaj Leo Johannesen, løgmann

um landsstýrisins samskifti, grundarlag og avgerðir í sambandi við Eik-málið

Hvørjar kanningar, metingar og avleiðingsgreiningar hevur landsstýrið gjørt í sambandi við kunning um støðuna í Eik og umbøn um at taka lut í eini bjarging?


Hvør heitti á landsstýrið um at taka lut í eini bjarging – var tað Eik ella vóru tað eisini danskir myndugleikar?


Hvat skrivligt samskifti fór fram, og hvør skeyt upp, at arbeiðast kundi við eini loysn fyri bara føroyska bankan?


Hvønn samskifti landsstýrið ítøkiliga við frá donskum myndugleikum – t.e. vóru tað ráðharrar, aðalstjórar, Fíggjareftirlit, Finansiel Stabilitet ella onnur?


Hvør hevur gjørt niðurstøðuna um, at tað ikki var gjørligt at skilja Eik í Føroyum frá Eik í Danmark, og hvar er hon skjalprógvað?


Fer løgmaður at krevja eina óhefta kanning av øllum málinum um Eik og avgerðirnar hjá øllum teimum myndugleikum, ið

Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum

um hvussu nógvur peningur er mistur í føroyska samfelagnum í sambandi við Eik-málið

Hvussu nógv hava partaeigarar mist og hvussu nógvur peningur annars kann metast at vera mistur í føroyska samfelagnum í sambandi við, at Eik er farið sum felag?
Er landsstýrismaðurin framvegis sannførdur um, at tað var rætt at gera serliga lógarbroyting til tess at eggja fólki til at lána sær pening at keypa partabrøv fyri – og hvørja ábyrgd kennir hann sum fyrrverandi løgmaður fyri sínum avgerðum?

Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum

um keyp og sølu av partafeløgum við halli

Hvørja meting hava landsstýrismaðurin, Fíggjarmálaráðið og Taks um talið av partafeløgum við halli, sum verða keypt og seld, til tess at kunna draga hallið frá í skatti hjá teimum, sum keypa feløgini – nú og seinastu árini?


Hvat kann hetta metast at fara at kosta landskassanum í mistum partafelagsskatti?
Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera til tess at forða hesum møguleika at keypa feløg við halli, sum síðani verða nýtt til at draga hallið frá hjá øðrum feløgum?

Til Kaj Leo Johannesen, løgmann

um asosiala politikkin hjá landsstýrinum mótvegis veikastu samfelagsbólkunum

Hvør er politiska grundgevingin hjá landsstýrinum fyri, at skerjingar støðugt verða gjørdar hjá júst teimum samfelagsbólkum, ið hava størsta tørvin á hjálp – t.e. eitt nú pensjónistar við bert fólkapensjón, ið missa heimahjálp; fólk við menningartarni og breki, sum missa hjálp; næmingar, ið ikki hava aðrar inntøkumøguleikar o.s.fr.
Hvussu samsvarar hetta við tey lyfti, sum løgmaður sjálvur fór til val uppá?

Til Johan Dahl, landsstýrismann í Vinnumálum

um støðuna hjá Framtaksgrunninum

Hvussu eru útlitini og støðan hjá Framtaksgrunninum í sambandi við tær íløgur og bindingar, sum grunnurin hevur gjørt?


Tá landsstýrið setti pening í Smyril Line, varð gjørd ein avtala um, at landsstýrið skuldi hava avgerðarrættin á felagið fyri tann partapening, sum Framtaksgrunnurin umboðar – hvørja ábyrgd og ávirkan hevur landsstýrið nú á gongdina hjá Framtaksgrunninum, sum annars skal virka óheftur?