Leygardagin frá morgunstundini var morgunmatur í bygdarhúsinum í bygdini, og ein hópur av fólki kom og fór fram eftir degnum.
Jógvan er alkendur í Føroyum og aðrar staðni við fyri mong brøgdini hesi áttati árini hamm hevur livað, og tey
flestu munnu vita, at hann er glóðheitur tjóðskapar- og loysingarmaður. Tí var tað ikki av tilvild, at
formaðurin og næstformaðurin í Tjóðveldinum høvdu lagt leiðina norður til Gjáar hendan dagin.
Tórbjørn Jacobsen flutti fram røðu fyri flokkin, og tók aftur í aftur søguna hjá hesi valabygd, sum hevur
fostrað so mangan mannin og kvinnuna, ið hava gingið á odda í Føroyum. Ongin sleppur snikkaleysur inn
í framtíðina uttan at kenna samtíðina umvegis fortíðina. Viderø prestur skrivar m.a. í Eysturoyar Saga:
“Bergið er illa trevsað, sum havið hevur borað seg inn í tað og inn undir tað og matað og máað burtur av tí,
eins og gorhungraður óður úlvur rivið og slitið í tað, gloypandi øllum, sum at kjafti rekur. Tað er sum, at tað
ætli sær ikki at gevast, fyrr enn tað havi gloypt allari bygdini”.........”Innløguhugurin var sterkur bæði á
sjógvi og landi”...................Gjáarmenn sýnast eftir øllum at døma at hava verið hinir ídnastu og djarvastu
útróðrarmenn”...............”Fólkið við Gjógv var ikki einans sterkt í stríðnum við havið, heldur og sterkt í Guði.”
Áðrenn kirkja var bygd í bygdini, vóru teir so áhaldnir í Guðsóttanum, at: “.....trúliga varð gingið til Funnings
í kirkju í øllum veðri. Mangan vundu teir burtur úr kotunum, áður teir stigu inn um kirkjutreskøldin. Einans
hosurnar vóru turrar, sum teir høvdu skift.”
At flyta fram røðu við Gjógv, serliga í føðingardegnum hjá Jógvani, treytar næstan, at tú eisini tosar um
politikk. 14 . september 1946 var fólkaatkvøða hildin um loysing ella samband. "Løsrivelse” valdu danir
at nevna alternativið til møguleikan fyri framhaldandi donskum valdi í Føroyum. Høvdu teir sjálvir
staðið í somu støðu, hevði alternativið helst verið “frigørelse”. Gjáarmenn vóru tíðliga frammi hendan
morgunin fyri næstan 65 árum síðani. Nú skuldi støðið leggjast undir Republikkina. Tríggir fjerðingar gjørdu
sína skyldu. Løgdu sín góða lut upp í frælsisvarðan. Frá skýmingini og frameftir sótu ungdómarnir
kring útvarpslurtið, í stovuni hjá læraranum, og kýttu seg fyri at hoyra signalið frá Telegrafstøðini,
sum hvønn hálva tíma varpaði úrslitini frá ymsu bygdunum kring landið. Ein sat krøktur fram yvir
Dimmu, feldi niður og dróg saman, og tá saman var talt, stóð loysingin fyri tapi. Slakar túsund atkvøður
í hølunum á stjórnaruppskotinum. Kroppar kropna, og menn lúta alt meira við høvdinum. Glísur vóru í
teimum. Tjóðarfrælsið stóð fyri falli. So frægt av andaligum mergi var tó eftir í tí eina kviktonkta
undgóminum, at hann rann ígjøgnum tølini á øðrum sinni, og tað fór ein sannur gjóstur ígjøgnum
stovuna táið hann rópti: “Tit hava gloymt mentuna !” Hansara úrslit varð staðfest suðuri á Telegrafstøðini
stutt eftir, og sum Petur Jacob sigur: “Sjáldan hevur ein menta broytt so nógv hýrin á fólki sum hesa
løtuna.” 74 atkvøddu fyri loysing og 24 fyri áhaldandi sambandi við Gjógv.
Frá byrjan fekk Tjóðveldisflokkurin góða undirtøku við Gjógv. Longu í 1950 fekk hann 9 atkvøður og í
1954 var hann vaksin heilt upp í 38 atkvøður. Hevði meðalrákið í øllum landinum verið tað sama sum her,
har Tjóðveldi hevur fingið um helmingin av atkvøðunum, hevði føroyski staturin verið skipaður fyri
mongum árum síðan.
Mentanar- og tjóðskaparliga kjølfestan við Gjógv kemur ikki av ongum. Skúlin og kennarar hansara eiga
sín dýra leiklut í hesum. Í flestu skúlum í landinum vóru bróstini prýdd við skortum úr donsku konga-
rekkjuni, sum umboðandi danska valdið skoðaðu grískir útyvir viðkvamu næmingarnar. Við Gjógv var
annað lag. Har hekk/hongur ein mynd av V. U. Hammershaimb á bróstinum. Maðurin, ið gav okkum
skriftmálið. Hetta sigur ikki so lítið um hugburðin og álitið á egin evni. Gjógv er helst tann bygdin í Føroyum,
sum hevur verið størsti veitari til intelligensin og akademiuna í landinum.
Jógvan á Fløtti er eitt produkt av øllum hesum og sínum egnu sjaldsamu evnum. Óræddur, vitborin og sterkur.
Nervar av stáli og kropsliga styrkin er órannsakilig, mest átøk eini urmegi, sum ongin botnur sæst á.
Jógvan er framsóknarmaður í øllum lutum. Entreprenørur, smiður, maskinmeistari, flakamaður, alari, betong-
maður og ikki minst útróðrarmaður. Hann var í broddi fylkingar, táið tær fyrstu flakalinjurnar vóru gjørdar
til Eiðis, Skopun og Vágs. Menningin fór fram í egnum kjallara her norðuri. Í nøkur ár var hann tekniskur leiðari
á norskari skipasmiðju og tey flestu kenna hann frá smoltalingini og betongframleiðsluni. Umstýringina hevur
hann brúkt lítið, regulatorurin hevur fyri tað mesta staðið á full ahead.
Seyða- og røktingarmaður hevur Jógvan eisini verið. Onkur sigur, at igjøgnum hendan áhugan skal hann hava
uppfunnið núverandi formannin í Tjóðveldinum, - Høgna Hoydal. Høgni plagdi vera á fjalli saman við honum tá
hann var yngri, og táið tað nærkaðist løgtingsvalinum í 1998, gav Jógvan honum ikki frið og náðir fyrrenn hann
hevði játtað at lati seg stillað upp til valið, og gongdin síðan er alkend. Flokkurin er ídag størsti flokkur á tingi.
Jógvan hevur verið nógv útrógvin, gitin kalvamaður, og tí helt røðarin, at tað var sjálvsagt, at gitna yrkingin hjá
skyldmanni hansara, Sigurði í Hoygarðinum, var lisin upp við høvið. Hetta var gjørt. Til ber at síggja Jógvan fyri,
táið hann syftur, í ørindunum:
Og maður sat hann á miðhavsleiðum,
tá sást hann hyggjandi eygnahagur,
og herkti við, fekk hann fisk á borðið,
tá brá sær eyga mót oyum fjarum.
Jógvan á Fløtti hevur verið fyri svárum missum, størri sakni enn flestu menn í hansara aldri, og sum høvdu lagt
mangan mannin niður. Men tað tykist, sum kann onki temja áhaldandi framskrúvuna hjá Jógvani.
Tórbjørn Jacobsen takkaði til endans Jógvan fyri allan tann stuðul, hann hevði veitt Tjóðveldinum og Eysturoyar
Tjóðveldisfelag og ynskti at hin Almáttugi lat hann liva tann dagin, táið veruligi máttur fólksins fer at loysna
Í Republikkini Føroyar.
Røktingarmaðurin Jógvan og fjallmaðurin Høgni á trappuni á Gamla Fløtti.
Mynd: Tobbi

