Uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi
Nakað eftir stóru búskaparkreppuna fyrst í nítiárunum, varð nýggj stýrisskipanarlóg samtykt at vera galdandi í Føroyum. Um somu tí avgjørdi táverandi landsstýrið, við Edmundi Joensen, løgmanni, á odda, at umskipa alla miðfyrisitingina úr enda í annan. Farið varð frá kollegialum stýri til ministeriel stýrir ella ráð, sum tey nú vera rópt. Síðani hava hesi elt á seg hópin av starvsfólki við alskins serfrøði.
Mikið stríð var um hesa umskiping frá byrjan, og tað er neyvan ov nógv sagt, at í hvussu er tvær samgongur eru farnar fyri bakka av hesum síðani. Dag og dagliga verða orð skift um miðfyrisitingina, og yvirhøvur liggja skoðsmálini í tí lakara endanum. M.a. eru meiningarnar ymiskar um, hvussu stór áneyðin er fyri so mongum ráðum í einum evarska lítlum landi við hálvthundrað túsund íbúgvum, sum hartil ikki hevur ræði á øllum politikk-økjum, samsvarandi tí hjálandastøðu, vit framvegis eru í.
Nýggja miðfyrisitingin, sum Finn Normann Christensen fekk í lag eftir donskum mynstri, er ongantíð eftirmett. Í góð fimtan ár er hon sloppin at virka og vaksa, uttan at nakar veruliga hevur sett spurnartekin við, um hetta nú var rætta loysnin. Ein loysn, sum hóskar í landi við 5 mió. íbúgvum kann hava onkrar íbygdar vansar í landi við hundrað ferðir færri íbúgvum. Allir flokkar á tingi hava stjórnað heimastýrinum við verandi skipan, og ongin teirra hevur gjørt royndina at broyta mynstrið, sum var knæsett miðskeiðis í nítiárunum.
Líkamikið hvørja hugsan, vit hava um skipanina, eigur hon at vera eftirmett og møguliga broytt, um áneyðir verða hildnar at vera fyri hesum, og um semja fæst um hetta. Fíggjarligi kostnaðurin av miðfyrisitingini er støðugt vaksandi, og her er eitt yvirlit, sum Løgtingsskrivstovan hevur greitt úr hondum, um gongdina síðani 1997. Sambært hesum yvirliti er miðfyristingin dýrkað við áleið 100 mió. krónum hesi árini, og spurningurin, tey flestu seta sær, er ivaleyst, hvussu nógv samfelagið og borgarin hevur fingið burtur úr hesum mikla vøkstri í útreiðslum landshúsarhaldsins.
Tølini greina sundur fyri hvørt ráði sær hesi árini frá 1997 fram til 2010
Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta í verk eina óhefta og uttanveltaða eftirmeting av miðfyrisiting landsins. Verður niðurstøðan í eftirmetingini, at ov lítið fæst burtur úr fyrisitingini í mun til kostnaðin, og at hon heldur ikki til fulnar tænir teimum endamálum, ætlað varð útinnandi valdinum viðvíkjandi, heitir Løgtingið á landsstýrið um at seta eina skikkaða nevnd at skriva eina frágreiðing við tilmæli um, hvørjar neyðugar broytingar ella umskipingar landsins miðfyrisiting krevur, soleiðis at vit fáa eina effektiva og vælkoyrandi miðfyrisiting.
Hetta er lagt út á heimasíðuna 11. mai 2010

