Hvussu skapar gransking menning og vøkstur?

11 May 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Hesaferð er evnið gransking og staðið er Kaffihúsið í Vágsbotni. Har fara vit at hoyra Anniku Sølvará frá Granskingarráðnum, Øystein Patursson frá Fiskaaling og Guðrið Andorsdóttir frá Ílegusavninum greiða frá hvør sínum øki. Aftaná verður tíð til spurningar og kjak. Øll eru vælkomin og vit vóna at síggja nógv gott fólk

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag