Hvussu fáa vit ráð at útbyggja samferðslukervið?

5 April 2011
Skrivað hevur


Okkum tørvar framhaldandi at gera stórar íløgur í samferðslukervið. Í útbyggingarætlanini eru íløgur fyri omanfyri 5 milliardir, hetta fram til 2020. Avbjóðingin at fáa ráð til nýggjar tunlar og vegir, umframt munagott viðlíkahald av samferðslukervinum, er stór. Tjóðveldi hevur tí skotið upp, at seta eina samferðslunevnd at gera uppskot til, hvussu vit á skilabesta hátt fíggja framhaldandi útbyggingina og dagføringina av samferðslukervinum, soleiðis, at atlit verða tikin til hvat búskaparliga er skilabest og gevur bestu ferðslustýring. Fíggingarleisturin skal samstundis vera samhaldsfastur og vísa neyðug atlit til umhvørvi og økismenning.

Samferðslunevndin fær sum uppgávu:

  • At gera uppskot til nýggjar fíggingarleistir fyri samferðsluútbyggingar. Bæði fyri ítøkiligar
    verkætlanir, sum eru stungnar út í kortið og ein generellan fíggingarleist.
  • At gera eina dagførda meting av fíggjartørvinum til samferðsluútbyggingar og dagføringar.
  • At meta um møguleikan at marka ávísar inntøkur hjá landskassanum til samferðsluútbyggingar. Til
    dømis at skrásetingar- , vekt- og umhvørvisavgjøld.
  • At gera uppskot til ymiskar møguleikar fyri brúkaragjøldum undir hesum bummgjøld, og meta um
    fyrimunir og vansar við hesum.
  • At gera tilmæli um hvussu fíggingarleistirnir taka atlit til samhaldsfesti, soleiðis, at rímilig javnvág
    er ímillum, at brúkarin betalur fyri at nýta ávísan part av samferðslukervinum, og so felagsfígging,
    har allir borgarar gjalda.
  • At kanna møguleikar fyri felagsgjaldsskipanum fyri tunlar og fergur.
  • At kanna hvussu prísurin á viðlíkahald av vegum, brúm og tunlum kann gerast ódýrari enn í dag.

Arbeiðið hjá nevndini kann verða gjørt í stigum, so nevndin fær ymiska tíðarfreist til ávísar partar
av arbeiðssetninginum.

Uppskotið kann lesast her

Meira frá sama høvundi

No items found.