hvi er kirkjubíblian framvegis donsk?

22 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1.
Kann landsstýriskvinnan greiða løgtinginum frá hvør eigur rættindini til ta føroysku bíbliuumsetingina, sum nýtt verður í fólkakirkjuni?


2.
Kann landsstýriskvinnan greiða løgtinginum frá hví rættindini til hesa bíbliuumseting ikki komu á føroyska hendur tá fólkakirkjan varð yvirtikin sum føroyskt sermál?


3.
Ætlar landsstýriskvinnan at bera so í bandi, at rættindini til føroysku týðingina av Bíbliuni, sum nýtt verður í fólkakirkjuni, koma á føroyskar hendur?


4.
Um svarið uppá spurning 3 er játtandi, hvør skal so eiga og umsita hesi rættindi?

Viðmerkingar:
Føroyska kt-fyritøkan Globi setti sær í fjør fyri at menna eitt forrit – eina applikasjón – til iPhone, sum skuldi gera tað gjørligt at taka Bíbliuna niður.


Globi kannaði, hvør hevði rættindini til bíbliutýðingina, sum nýtt verður í føroysku Fólkakirkjuni, og fann skjótt útav, at rættindini liggja hjá Bibelselskabet i Danmark.


Síðani vóru fundir millum partarnar. Eitt skifti í 2010 bóru samráðingarnar á tann bógvin, at Globi skuldi gera iPhone applikasjónir til bæði ta donsku, ta grønlendsku og ta føroysku bíbliuna.

Men í farna mánaði – í februar í 2011 – boðaði Bibelselskabet frá, at ein annar veitari varð valdur til uppgávuna. Føroyska fyritøkan – sum átti upprunaliga hugskotið um iPhone aplikasjónina og tók upp samráðingarnar – kundi einki gera, tí rættindini eru hjá Bibelselskabet.


Tað tykist eitt sindur løgið, at rættindini til eina føroyska útgávu av Bíbliuni, sum tann yvirtikna fólkakirkjan nýtir, liggja hjá einum donskum felag. Men tað er eisini óheppið fyri umrøddu føroysku fyritøkuna og harvið fyri føroyskan búskap.


Tí verða spurningarnir settir.

Sjúrður Skaale