1. Er tað satt, at útbjóðingartilfarið til Marknagilsdepilin er gjørt á donskum? – Og um so er, ætlar landsstýrismaðurin at broyta hetta?
2. Hvussu nógvir peningur er higartil brúktur til prosjektering og at gera útbjóðingartilfar?
3. Hvussu stórur partur av hesum peningi er goldin til føroyskar fyritøkur?
4. Hvussu er kappingarstøðan hjá føroyskum fyritøkum at bjóða uppá partarnar í verkætlanini?
5. Eru lutir í prosjekteringini og útbjóðingartilfarinum, sum benda á, at serligir fyrimunir verða givnir fyritøkum uttanfyri Føroyar?
6. Nær er klárt at bjóða út – og nær skal byggingin vera liðug?
Viðmerkingar:
Mangt bendir á, at Marknagilsdepilin, ið helst er størsta byggiverkætlan í Føroya søgu, er vorðið eitt býtisbarn. Ilt er at síggja nakrar ætlanir ella nøkur prinsipp um, hvussu kappingarstøðan hjá føroyskum vinnufyritøkum og menningin av føroyskum førleikum verða tryggjað í verkætlanini.
Hetta hevur verið eitt høvuðskrav frá Tjóðveldi, sum byrjaði verkætlanina, og sum hevur ført síni sjónarmið støðugt fram í teirri alt ov drúgvu gongdini í hesum máli.
At útbjóðingartilfarið er á føroyskum, er ein sjálvsøgd treyt. At føroyskar fyritøkur ikki verða settar í eina ójavna kappingarstøðu, men at vit sjálvsagt gera alt fyri at menna føroyskar førleikar, er onnur treyt. Og at verkætlanin skapar peningaumfar og menningarmøguleikar hjá føroyska samfelagnum, er ein triðja treyt.
Neyðugt er tí, at landsstýrismaðurin kunnar løgtingið og almenningin um, hvat gongur fyri seg, og hvussu treytirnar og tíðarætlanin síggja út í løtuni.
Á løgtingi, 14. mai 2012
Høgni Hoydal, løgtingsmaður

