Hvat hendir við Eftirskúlanum í Suðuroy?

20 September 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur sett landsstýriskvinnuni í mentamálum skrivligan fyrispurning um orsøkirnar til, at málið um Eftirskúlan í Suðuroy er steðgað upp í Mentamálaráðnum, hóast semju millum kommunurnar í Føroyum og semju í løgtinginum.

Høgni Hoydal vil vera við, at málið tykist nærum druknað í berari vælvild.

Landsstýriskvinnan er eisini biðin at svara, hvussu nógvir føroyingar fara á eftirskúla uttanlands um árið, og hvør kostnaðurin er av hesum. Hartil verður biðið um ein ítøkiliga kostnaðar- og rakstrarætlan fyri Eftirskúla í Suðuroy, har skúlagjøld frá næmingum úr Føroyum og úr øðrum londum verða roknað upp í.

Fyrispurningurin sæst á hesari leinkju, har skrivliga svarið verður tøkt, eftir at orðaskiftið hevur verið á løgtingsfundinum í dag.

Svarið uppá fyrispurningin kann lesast her