Ongantíð áður er ein samgonga farin so illa við vælferðarsamfelagnum sum onnur syftan av ABC. Hetta er avleiðingin av búskaparliga politikkinum farið varð undir at reka longu í 2004. Stórur partur av heiminum hevur leingi verið royndarkamar hjá neoliberalistunum í Chicago, og úrslitið hevur verið tað sama allastaðni. Tey vælbjargaðu múgvast uppaftur meira, meðan tann veikari parturin av samfelagnum fer bóltandi niður ígjøgnum sosiala elevatorin.
Samfelagið heystar nú fruktirnar av hesum eksistensiella politiska vali. Og tað tykist, sum hendan seinra ABC-samgongan er púra náðileys. Fyrrverandi javnaðarblaðið Sosialurin hevði eina lýsing av sosialu vanrøktini í vikuskiftinum. Burturúr øllum hetta kutið: ”VIT hoyra um: Pensionistar, sum droppa heilivágin, tí hann er vorðin ov dýrur. Familjudeildina á Barnaheiminum, sum bara varð niðurløgd. Menningartarnað, sum uttan ávaring verða tikin heim av donskum bústovnum. Fólk við skerdum førleika, sum missa rættin til stuðlar. Krabbameinssjúklingar, sum ikki longur fáa fylgjara við á Ríkissjúkrahúsið. Diabetessjúklingar, sum hava mist rættin til fótarøkt. Dement, sum mugu rinda túsundtals krónur fyri heilivág. Menningartarnað, sum verða flutt millum búpláss uttan ávaring… og vit kundu blivið við og við og við. Vit hava loyvt okkum, at vísa á nakrar fáar av teimum mongu avleiðingunum, sum politikkurin hesar seinastu mánaðirnar hevur havt við sær…..” Afturat hesum kemur pensiónsmálið, har mótroknast skal frá fyrstu krónum og pensiónsaldurin hækkast, kvettið ímóti tilhaldunum, niðurlaðaða javningin í fólka- og fyritíðarpensiónum, niðurpínda umsorganararbeiði, kutaði einkjubarnastyrkurin o.s.fr.
Stórsti akutti trupulleikin tykist vera broytingin í stuðlinum fólk fáa til keyp av heilivági. Landsstýrismaðurin í almannamálum fekk samgonguna at taka undir við uppskoti um broytingar hesum viðvíkjandi stutt fyri jól í fjør, málið hevði so stóran skund, at frávik mátti gerast mótvegis tingskipanini, og avleiðingin er, at mong av teimum sum hava tørv á neyðugum heilivági, av fíggjarligum orsøkum, eru givin at keypa hann. Trupult er ikki at hugsa sær vanlukkuligu avleiðingina av hesum ótespiliga asosiala politikki. Tí er spurningurin:
Ætlar Rósa Samuelsen, sum landsstýrismaður í almannamálum, at broyta hesi viðurskifti aftur í lóg, soleiðis, at vent verður aftur til viðurskiftini, sum vóru galdandi fyri lógarbroytingina, fyri at veikastu bólkarnar í samfelagnum aftur kunnu fáa tann heilivág læknar teirra meta vera neyðugan, fyri at hesi kunnu liva eitt so rímiligt og sámiligt lív sum gjørligt?

