Til Johan Dahl, landsstýrismann í fiskivinnumálum
viðvíkjandi royndunum av at skipa makrelfiskiskapin í 2011 í mun til í fjør
1. Hvussu er býtið millum skip og skipabólkar av makrelfiskiskapinum í 2011 í mun til í fjør - í tonsum og prosentum?
2. Hvussu er talið av skipum og føroyskum arbeiðsplássum í makrelveiðini í 2011 í mun til í fjør?
3. Hvør er metingin um virðisøking og landing til matna í 2011 í mun til fjør?
4. Hvussu nógv skip, ið ikki virka eftir føroyskum sáttmálum eru í makrelfiskiskapinum í 2011 í mun til í fjør?
5. Við hvørjum lógargrundarlagi, hvørjum kunngerðum og eftirliti er makrelfiskiskapurin skipaður í 2011 í mun til í fjør?
6. Hvat kann metast um inntøkuna til føroyska samfelagið sum heild av makrelfiskiskapinum i 2011 í mun til i fjør?
7. Hvør eftirmeting og fyrireiking at umsita og virðisøkja makreltilfeingið vórðu gjørdar í fjør - og hvørjar er ætlanin at gera nú í 2011 fram móti næstu vertíð?
Høgni Hoydal

