Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi diplomatisku viðurskiftunum við Russland
1. Hvør er grundgevingin fyri, at løgmaður alment boðar frá og tekur stig til, at diplomatisku viðurskiftini við Russland skulu lyftast munandi upp í eini støðu, har áleikandi kreppa er í heimspolitikkinum orsakað av støðuni í Ukraina?
2. Hvørja greining, hvørja viðgerð og hvørja ráðførslu hevur løgmaður bygt sínar avgerðir á um at taka týðandi uttanríkispolitiskar avgerðir í hesum máli?
Á Løgtingi, 9. september 2014
Høgni Hoydal
Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann Viðvíkjandi keyp og sølu av skipum við veiðiloyvum
1. Hvussu nógvir handlar eru farnir fram av fiskiførum við veiðiloyvi higartil í 2014?
2. Hvussu nógvar flytingar av fiskiførum við veiðiloyvi eru farnar fram higartil í 2014?
3. Hvussu nógvur er talan um í krónuvirðum av hesum handlum/flytingum?
Á Løgtingi, 9. september 2014
Høgni Hoydal

