Høgni spyr um tvískattaavtalu

18 March 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um tvískattaavtalu við USA og onnur lond, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvørjar samráðingar eru um at útvega Føroyum tvískattaavtalu við USA og onnur lond, har eingin avtala er?

2. Nær kann roknast við, at avtala verður gjørd – og við hvørji lond?

3. Hvørjar eru tær ítøkiligu fíggjarligu avleiðingarnar fyri vinnufyritøkur og einstaklingar, ið hava inntøku úr USA og øðrum londum, har eingin avtala um skatting er?

4. Hvørjar eru avleiðingarnar fyri at menna nýggjar marknaðir og vinnumøgu¬leikar, tá ongar avtalur um tvískattting eru?

5. Hvørjar eru avleiðingar fyri fyritøkur og einstaklingar í USA og øðrum londum, sum hava inntøku úr Føroyum – ella hava ætlanir um at hava tað?

6. Í mun til hvørji lond er trupulleikin mest átrokandi fyri fyritøkur og einstak¬lingar?

Viðmerkingar

Føroyskar fyritøkur og einstaklingar, sum hava inntøku í USA, men heimstað í Føroyum, verða harðliga rakt fíggjarliga av, at eingin tvískattaavtala finst millum londini. Á sama hátt rakar hetta fyritøkur og einstaklingar í USA, sum hava inntøku – ella ætlanir um at hava tað – í Føroyum.

Sami trupulleiki er sjálvsagt galdandi í mun til onnur lond, har eingin avtala um skatt¬ing er gjørd fyri Føroyar.

Málið hevur javnan verið reist á tingi, men einki bendir á, at trupulleikin er loystur, ella at nakað avgerandi hendir í málinum.

Tí verður spurt um málið til tess at fáa gongd á eina loysn sum skjótast.

Á Løgtingi, 18. mars 2014

Høgni Hoydal