Høgni spyr um stríðið millum Russland og Ukraina

12 March 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Sum fyrrverandi løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, vísti á herfyri, so hevur ongin politisk viðgerð verið á løgtingi ella í landsstýri av teirri álvarsligu støðu, sum russiska innrásin í Ukreina hevur fyri fólkið har, fyri Evropa og fyri stórpolitiska valdsspælið í heiminum.

Fyri Føroyar er støðan eisini heilt ítøkilig, tí Danmark situr nú - eisini vegna Føroyar - og samráðist í ES um tiltøk mótvegis Russlandi. Samstundis sum Danmark og ES boykoytta Føroyar, sum hevur verið noytt at útflyta til russiska og ukreinska marknaðin. Føroyar erubtí komnar í eina enn meiri ómøguliga og ónøktandi støðu.

Tann margháttliga støðan fyri Føroyar er upp aftur meiri ógvuslig, tá hugsað verður um, at tey tiltøk, ið Danmark og ES tosa um at seta í verk ímóti Russlandi, eru nógv veikari enn tey revsitiltøk, tey hava sett í verk ímóti Føroyum. Tí átti landsstýrið sjálvsagt sum minsta mark umgangandi alment at havt varpað ljós á støðuna og kravt, at Danmark og ES taka handilsstongsulin ímóti Føroyum aftur her og nú.

Hartil eigur landsstýrið sjálvsagt at hava eina rødd og eina støðu til gongdina í Ukreina.

Tí er soljóðandi fyrispurningur settur løgmanni:

Gr. 52a-fyrispurningur til løgmann

- um stig landsstýrisins í sambandi við stríðið millum Russland og Ukreina, ES-boykott o.a.

1. Hvussu metir landsstýrið støðuna í sambandi við stríðið millum Russland og Ukreina, og hvørja støðu hevur landsstýrið til gongdina?

2. Hvørjar avleiðingar metir landsstýrið, at støðan fer at hava fyri viðurskiftini millum ES og Russland og fyri valds- og trygdarspurningar í Evropa sum heild?

3. Hvussu metir landsstýrið møguligar avleiðingar fyri Føroyar av teimum politisku stigum mótvegis Russlandi, ið ES-londini - harundir Danmark - viðgera í løtuni?

4. Hvussu nógvar fundir og hvat samskifti hevur landsstýrið havt við donsku stjórnina, har Føroyar hava fingið veruliga ávirkan á hetta mál av stórum uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum týdningi, soleiðis sum ásett er í sonevnda Fámjins-skjalinum?

5. Á hvønn hátt hevur landsstýrið gjørt greitt, at meðan Danmark og ES boykotta Føroyar, hava Føroyar noyðst at dúva uppá marknaðir í Russlandi og Ukreina - og at støðan tí er sera álvarslig og ótrygg fyri so stóran part av føroyska útflutninginum?

6. Á hvønn hátt hevur landsstýrið lagt trýst á Danmark og ES og hevur kravt, at hendan støðan eigur umgangandi at elva til, at ES-boykottið ímóti Føroyum verður tikið av?

7. Hvussu hevur landsstýrið gjørt greitt, at ES- boykottið ímóti Føroyum, sum Danmark tekur lut í, rakar ein triðing av okkara útflutningi, og er eitt nógv ógvusligari tiltak móti einum landi, enn tey tiltøk, ið ES nú sigur seg vilja seta í verk ímóti Russlandi orsakað av krígsstøðuni á Krim?

Viðmerkingar

Støðan í Ukreina og hernaðarligu hóttanirnar og atgerðirnar hjá Russlandi á Krim-hálvoynni, er álvarslig og syndarlig. Fyrst og fremst sjálvsagt fyri fólkið í Ukreina og framtíð teirra. Og í øðrum lagi fyri gongdina í øllum Evropa og teimum stórvalda- og stórpolitisku áhugamálum, ið støðugt ávirka og gera av lagnunna og framtíðarmøguleikarnar hjá tjóðum, samfeløgum og einstøkum menniskjum.

Føroyar eiga at viðgera og hava eina støðu til heimspolitikkin sum heild. Og vit eiga sjálvsagt at ávirka, fyrireika okkum og taka neyðug stig í einum broyttum veruleika.

Støðan í Ukreina og stórpolitiska valdsspælið og avgerðirnar hava eisini heilt ítøkiligar avleiðingar fyri Føroyar.

ES og Danmark hava í knapt eitt ár boykottað og sett handils- og havnastongsul i verk ímóti Føroyum fyri ein triðing av okkara útflutningi.

Hetta eru revsitiltøk, sum eru so ógvuslig, at tey raka lutfalsliga nógv harðari okkara land, enn tey tiltøk, sum Danmark og ES nú sita og samráðast um at seta í verk ímóti Russlandi.

Tað lýsir, hvussu grov valdsmisnýtsla er farin fram ímóti Føroyum: Eitt land, sum er í lógligari ósemju um rættin til egið tilfeingi, verður av Danmark og ES revsað fleirfalt harðari, enn eitt land, sum ger innrás í eitt annað land og hóttir við kríggi í Evropa.

Støðan í Ukreina og tiltøk ímóti Russlandi raka so aftur føroyskan útflutning, tí ES og Danmark hava við sínum handilsstongsli móti Føroyum, kroyst føroyska vinnu at selja á russiska og ukreinska marknaðinum. So nú eru revsing og boykott upp aftur harðari ímóti Føroyum.

Vit hava sostatt allar møguleikar at gera vart við okkara støðu, at leggja trýst á og at kunna alment um hesa avskeplaðu støðu.

Bæði heimspolitiskt og ítøkiliga, hava Føroyar sostatt bæði stóra ábyrgd og áhugamál at røkja í hesum avgerandi uttanríkis- og trygdarpolitiska máli.

Tí verður spurt, hvussu landsstýrið hevur sett síni krøv fram, hevur samráðst og hevur røkt føroysk áhugamál i hesi týðandi støðu.

Á grækarismessu 2014

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi