Høgni spyr um sparingar á Hamragarði í Vági

3 April 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Grein 52a-fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

um sparingar á Hamragarði í Vági

1. Heldur landsstýriskvinnan, at tað á nakran hátt er sømiligt at bjóða okkara eldri fólki tær umstøður, og ta viðferð sum nú eru fráboðað á heiminum Hamragarði í Vági, har nú enn ikki ein nýgjørd máltíð skal bjóðast búfólkinum í vikuskiftunum?

2. Hvussu skjótt ætlar landsstýriskvinnan at fáa hetta broytt - og hvussu fer hon at gera tað?

3. Hvørjar aðrar sparingar og verri umstøður hevur landsstýriskvinnan ætlað at bjóða okkara eldri fólki í hesum og komandi árinum?

4. Hvussu heldur landsstýriskvinnan at hendan niðurpíning á eldraøkinum samsvarar við tey orðini, ið hon hevur ført fram mótvegis løgtinginum og almenninginum í sambandi við fíggingina og tænastustøðið á eldraøkinum, nú samgongan hevur tikið avgerð um at leggja eldraøkið til kommunurnar uttan nakra fígging ella trygd fyri rættindum og tænastustøði hjá tí einstaka borgaranum.

5. Ætlar landsstýriskvinnan, at tað frameftir skal vera so, at tey, ið hava nógvan pening, kunnu keypa sær manssømiligar umstøður í eldraárunum, meðan hini mugu liva við teimum korum, sum eitt nú verða boðin á Hamragarði við hesum spariátaki?

Viðmerkingar

Meðan fáir føroyingar gerast ríkari og ríkari og fáa bjóðað allar hugsandi sømdir frá sitandi landsstýri, fær tann vanligi føroyingurin til dømis boðið teir kostir, at gjalda til egna pensjón og at gjalda ein brandskatt av hesum til tess at fíggja lættar hjá teimum, ið eru best fyri.

Hartil eru boðini: At meðan eitt alt minni tal av fólki í Føroyum fær stórar fíggjarligar lættar og framíhjárætt til vald landsins og ognir, so skal sparast hjá teimum, ið hava bygt alt grundarlagið undir føroysku vælferðini.

Teimum, ið tørva røkt og ein manssømilign gerandisdag, eru støðugt rakt av sparingum og umleggingum hetta samgonguskeiðið. Og nýggjastu boðini eru, at búfólkið á Hamragarði í Vági, har frammanundan niðurskurðir eru farnir fram í vaktum og starvsfólki, enn ikki skulu fáa eina líkinda máltíð í vikuskiftunum. Tey skulu eta avlopsmat og uppafturhitað.

Slíkar umstøður eiga á ongan hátt at tolast. Og slík framferð reisir allar grundleggjandi spurningar um politikk landsstýrisins, nú tey uttan nøkur rættindi til borgaran og uttan nakra fígging, leggja eldraøkið út til kommunurnar við møguleika fyri privatiseringum av tænastum. Tað fer sjálvsagt at gera tað møguligt hjá teimum, ið nógvan pening eiga, at keypa sær góðar umstøður, meðan tað vanliga fólkið verður at liva við niðurpíning og verri umstøðum.

Á løgtingi, 3. apríl 2014

Høgni Hoydal

Løgtingsmaður