Málið um skerjingar hjá Arbeiðseftirlitinum verður aftur viðgjørt á tingi mikudagin 23. februar. Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, skal svara, um hann hevur hildið seg til lóg og kunngerðir um arbeiðsumhvørvi, tá hann gjørdi av at fremja munandi broytingar og skerjingar hjá Arbeiðseftirlitinum.
Kapittul 11 í lógini um Arbeiðsumhvørvi og ein fylgjandi kunngerð ásetur, at eitt Arbeiðsumhvørvisráð umboðandi bæði fakfeløg og vinnufeløg skal hoyrast og ummæla týðandi broytingar og átøk, sum hava týdning fyri arbeiðsumhvørvið.
Jóhan Dahl skal greiða frá, um hann hevur hildið seg til hesar ásetingar, ella um vinnan og lógin eru sett til viks í málinum.
Spurningurin er soljóðandi:
Høgni Hoydal
Løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur
til
Johan Dahl, landsstýrismann, um at hoyra fakfeløg og vinnufeløg í Arbeiðsumhvørvisráðnum í sambandi við skerjingar í Arbeiðseftirlitinum
- Hevur landsstýrismaðurin boðað frá og sent til hoyringar hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum tær týðandi broytingar og skerjingar, sum hann hevur ætlanir um at fremja hjá Arbeiðseftirlitinum?
- Heldur landsstýrismaðurin at hann er farin fram í samsvari við 11. kapittul í lógini um Arbeiðsumhvørvi og við kunngerðina um Arbeiðsumhvørvisráð?
- Heldur landsstýrismaðurin, at tað er fullgóð fyrisiting, um hann ætlar at fremja týðandi broytingar á arbeiðsumhvørvisøkinum, uttan at umboð hjá fakfeløgum og vinnufeløgum í Arbeiðsumhvørvisráðnum eru hoyrd?
- Heldur landsstýrismaðurin, at hann hevur sýnt neyðuga virðing fyri fakfeløgum, vinnu – og øllum teimum, tey umboða – í hesum máli?
Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur valt at skerja játtanina til Arbeiðseftirlitið, og síðani er komið fram, at avleiðingarnar kunnu gerast djúptøknar fyri arbeiðsumhvørvið og møguleikan at halda lóg og kunngerðir á økinum.
Sjálvstýrisflokkurin, fakfeløg og vinnufeløg hava kastað ljós á málið higartil, og landsstýrismaðurin hevur roynt at verja avgerðina alment og leggja ábyrgdina á Løgtingið og onnur, hóast bert landsstýrismaðurin og hansara fyrisiting hava kent til málið og tikið avgerðirnar.
Lógin um Arbeiðsumhvørvið ásetur í 11. kapitli, at eitt Arbeiðsumhvørvisráð verður sett, ið umboðar ymsu vinnugreinarnar og feløgini á arbeiðsmarknaðinum. Tey skulu m.a. hava allar kunngerðir til ummælis, ið verða lýstar við heimild í lógini.
Í kunngerð er somuleiðis m.a. ásett í §1:
“§ 1. Endamálið hjá Arbeiðsumhvørvisráðnum er at geva arbeiðsmarknaðinum høvi til at ávirka tey tiltøk, sum skulu gerast fyri at fáa eitt heilsugott og trygt arbeiðsumhvørvi.
2. stk. Ráðið skal ráðgeva landsstýrinum í spurningum innan arbeiðsumhvørvi, heilsu-og sosialmál, tekniskar spurningar, útbúgving og onnur mál av felags áhuga fyri arbeiðsumhvørvið.
Spurningurin til landsstýrismannin er tí, um hann hevur fylgt lógum, kunngerðum og fyrisitið fullgott við at hoyra Arbeiðsumhvørvisráðið, ið umboðar vinnu- og fakfeløg, áðrenn hann fór í holtur við at fremja so týðandi tiltøk, ið kunnu ávirka alla lógina um arbeiðsumhvørvi og allar tær kunngerðir, ið eru lýstar.
Á Løgtingi 21. februar 2011
Høgni Hoydal

