Høgni spyr um skerdan føroyafrádrátt

28 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Føroyafrádrátturin hevur stóran týdning fyri føroysk lesandi í Danmark, men í komandi ári verður føroyafrádrátturin skerdur við yvir 28.000 kr fyri tey, ið byrjað sín lesnað í 2011.

“Avgerðin um at skerja føroyafrádráttin er komin heldur óvart á, tí frádrátturin hevur verið bygdur á felags avtalur millum føroyskar og danskar myndugleikar. Tískil vil eg hava greiðu á, um nakað kann gerast fyri at broyta hesa avgerð,” sigur Høgni Hoydal. Hann vil hava at vita um hetta ikki er eitt mál, ið skal til samráðingar, ella um avgerðin er tikin í samráð við føroyskar myndugleikar.

Í tí sambandi hevur Høgni Hoydal sett danska skattamálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, fylgjandi spurningar:

“Hvilke politiske overvejelser og aftaler ligger til grund for forslaget om at reducere det såkaldte »Færøfradrag« til nye studerende i 2011, hvilke politiske forhandlinger har der været med færøske myndigheder om sagen, og er forslaget i overensstemmelse med de aftaler, der før er indgået mellem danske og færøske myndigheder om fradragsordningen?”

Skriftligt svar kemur frá skattamálaráðharranum í komandi viku.