Høgni Spyr um samanlegging av Fróðskaparsetrinum og Havstovuni

17 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Í uppskotinum til játtanarkarmar hjá landsstýrinum er fráboðað, at ætlanin er at leggja Havstovuna saman við Fróðskaparsetrinum. Endamálið sigst vera at spara yvirtíðargjald til teir granskarar á Havstovuni, sum ofta undirvísa á Fróðskaparsetrinum.

Hvørjar avleiðingar hetta annars er ætlað at fáa á uppgávurnar og virkismøguleikarnar hjá bæði Fróðskaparsetrinum og Havstovuni, er onki ítøkiligt upplýst.

Tískil hevur undirritaði sett Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra, munnligan fyrispurning um málið, ið verður svaraður á tingfundinum í morgin, 18. apríl 2012.

Spurningar og viðmerkingar eru endurgivnar niðanfyri.

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann viðvíkjandi samanlegging av Fróðskaparsetrinum og Havstovuni

Hvør er ætlanin og grundgevingin fyri at leggja saman Fróðskparsetrið og Havstovuna, sum landsstýrið boðar frá í uppskotinum til fíggjarkarmar fyri 2012?

Hvussu skulu lógarásettu uppgávurnar hjá Havstovuni at veita ráðgeving og tilmæli um fiskiskap røkjast og tryggjast, um stovnurin verður partur av Fróðskaparsetrinum og játtanini til Fróðsakaparsetrið?

Hvussu skal Fróðskaparsetrið virka sum eitt altjóða universitet við granskingar- og undirvísingarfrælsi, um uppgávurnar hjá Havstovuni skulu flytast yvir á Frósðakaparsetrið?

Hvat er yvirhøvur endamálið við uppskotinum – sæð í mun til granskingar- og útbúgvingarpolitikk og í mun til tær politiskt ásettu uppgávurnar hjá Havstovuni?

Viðmerkingar:

Í játtanarkørmunum, sum landsstýrið hevur lagt uppskot fram um, er m.a. boðað frá, at Fróðskaparsetrið og Havstovan skulu leggjast saman (ella samskipast betur).

Sagt verður í grundgevingunum, at granskarar á Havstovuni ofta undirvísa á Fróðslaparsetrinum, og at teir tá fáa útgoldið yvirtíð. Um stovnarnir verða lagdir saman, slepst undan at gjalda yvirtíð, sigur landsstýrið. Og í 2017 væntast hetta at spara 2,5 mió. kr.

Sagt verður eisini frá landsstýrinum, at hetta “skuldi ikki fingið neiliga ávirkan á tænastuna”.

Hesar grundgevingar eru eftir spyrjarans tykki so grunnar og bygdar á eina so grundleggjandi misfatan av uppgávunum og virkisøkjunum hjá bæði Havstovuni og Fróðskaparsetrinum, at landsstýrismaðurin í mentamálum, verður biðin at svara fyri ætlanunum mótvegis tinginum.

Á Løgtingi, 17. apríl 2012

Høgni Hoydal