Høgni spyr um nevndarval í P/F Atlantsflogi og um útlendska arbeiðsmegi á fiskiførum

28 January 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann viðvíkjandi nevndarvali og beinleiðis stýring landsstýrismansins av P/F Atlantsflogi

1. Hvussu fer nevndarval og nevndarformansval fram, tá landsstýrismaðurin velur nevndarlimir og nevndarformann í P/F Atlantsflogi – og verður alt hesum viðvíkjandi niðurskrivað, grundgivið og skjalfest?

2. Kemur landsstýrismaðurin sjálvur við uppskotum um tilnevning – ella innstillar nakar til landsstýrismannin – og hvørji førleikakrøv verða sett og nýtt sum grundarlag í valinum?

3. Er tað rætt, sum landsstýrismaðurin er endurgivin fyri at siga í fjølmiðlunum, at hann hevur valt nevndarformann ímóti tilmæli nevndarinnar, tí hann ikki vildi góðtaka, at fyrrverandi stjórin í felagnum ráddi fyri, hvør skuldi verða nevndarformaður í felagnum – og hvør er sakliga og niðurskrivaða grundgevingin fyri hansara frávali og vali?

4. Er hetta orsøkin til, at undanfarni stjórin varð koyrdur frá eitt leygarkvøld, og hevði landsstýrismaðurin tosað við núverandi nevndarformannin um hetta stig?

5. Heldur landsstýrismaðurin, at hann skal vera beinleiðis uppi í í stýringini at reka P/F Atlantsflog?

6. Kann landsstýrismaðurin, nú rímiliga long tíð er liðin, síðani fyrrverandi stjórin so brádliga varð settur frá starvinum, og nýggjur stjóri settur, greiða frá, hvør visjónin, grundgevingin og ætlanin var og er fyri hesum stigi?

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Høgni Hoydal

Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann viðvíkjandi fiskiførum og um reiðarí manna skip við útlendskari arbeiðsmegi og fylgja sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum

1. Eru fiskifør undir føroyskum flaggi, ið hava veiðiloyvi og fiskiloyvi at fiska av føroyskum rættindum á nær-, mið- ella fjarleiðum, sum í høvuðsheitum ella í stóran mun eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi, ið ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?

2. Eru før, ið virka sum móðurskip, sum í høvuðsheitum ella í stóran mun eru mannað við útlendskari arbeiðsmegi, ið ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?

3. Um so er, hvussu nógv skip/reiðarí er talan um, og hvørji fiskirættindi hava tey?

4. Um so er, fær so øll manningin hýru eftir sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum?

5. Er hetta eisini galdandi fyri útlendska manning, ið hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?

6. Hvussu verður eftirlit hildið við, at lógir og sáttmálar verða hildnir?

Viðmerkingar:

Í sambandi við viðgerðirnar av lógini um vinnuligan fiskiskap seinastu árini, hava Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn skotið upp, at tað verður greitt ásett, at øll fiskifør/reiðarí, ið fáa loyvi at gagnnýta fiskirættindi á føroyskum havleiðum ella á leiðum, har Føroyar hava avtalur við onnur lond um fiskirættindi, skulu fylgja sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum – fyri alla manningina.

Uppskotini hava verið feld av meiriluta Løgtingsins.

Men hesi viðurskifti eru fremsta trygdin hjá tí arbeiðsfólki umborð, ið skapar virðini og fær tey til høldar – og hvørs manningarfeløg hava stríðst í ættarlið fyri sínum rættindum.

Hetta er trygdin fyri, at ójøvn kapping í vinnuni og sosial dumping ikki kan fara fram.

Og hetta er somuleiðis trygdin hjá møguligari útlendskari arbeiðsmegi fyri, at hon ikki verður verri lønt og avroknað – ella hevur verri rættindi enn onnur á arbeiðsmarknaðinum.

Nú ovurstórar broytingar fara fram, har fiskifør verða keypt og seld, og før koma inn í fiskiskap, har tey ikki hava havt rættindi frammanundan, er neyðugt at fáa greiði á støðuni, og hvussu eftirlit verður hildið við hesum viðurskiftum.

Á Løgtingi, 28. januar 2014

Høgni Hoydal