Høgni spyr um møguleikan at flyta við fyritíðarpensjón millum Føroyar og Danmark

2 May 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur um møguleikan at flyta við fyritíðarpensjón millum Føroyar og Danmark, settur Anniku Olsen, landsstýris¬kvinnu í almanna- og norðurlandamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Ber tað til sum fyritíðarpensjónistur at flyta millum Føroyar og Danmark og varðveita sína játtaðu fyritíðarpensjón?

2. Um ikki, hvør er tá orsøkin til, at hetta ikki ber til?

3. Ber til at flyta millum Føroyar og eitt annað Norðurland enn Danmark og varðveita sína játtaðu fyritíðarpensjón?

4. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera til tess, at flytførið hjá fyritíðarpensjónistum er frítt millum Føroyar og øll Norðurlond?

5. Hvat ætlar landsstýriskvinnan at gera til tess at tryggja hesi rættindi hjá føroyskum borgarum, sum eru komnir í trupulleikar á hesum øki?

Viðmerkingar
Tað tykist vera ómetaliga trupult hjá fyritíðarpensjónistum frítt at hava møguleika at velja at búseta seg millum Føroyar og Danmark og samstundis varðveita síni pen¬sjóns¬rættindi.

Tó áseta norðurlendskir sáttmálar, at rættur eigur at vera hjá borgarum í øllum Norðurlondum at flyta frítt og at varðveita slík rættindi sum pensjón.

At hesi rættindi ikki eru greið og tryggjað, kann hava sera avgerandi týdning hjá tí einstaka borgaranum - og tískil verður hesin fyrispurningur settur til tess at varpa ljós á málið og at fáa viðurskiftini í rættlag.


Á Løgtingi, 1. mai 2014

Høgni Hoydal