Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu
um sáttmála við danskar myndugleikar um føroysku miðnámsskúlaskipanina
- Hvørjar broytingar hevur landsstýriskvinnan fingið framt í sonevndu “rammuavtaluni” millum Mentamálaráðið og danska undirvísingarmálaráðið, sum varð undirritað í 2007 um føroysku miðnámsskúlaskipanina, har m.a. allir føroyskir miðnámsskúlanæmingar skulu hava danskt á A-støði, umframt at próvtøkuuppgávurnar í øðrum lærugreinum skulu vera á donskum?
- Kann landsstýriskvinnan útvega Løgtinginum og almannakunngera eintak av avtaluni og teimum broytingum, sum hon segði seg hava fingið trygd fyri at fremja í avtaluni eftir fund við danska undirvísingarmálaráðharran í summar?
Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu
um eykakostnaðin og lógargrundarlagið fyri eykaútreiðslum av skúladeplinum ú Suðuroy
- Hvussu nógv hevur Miðnámsskúlin í Suðuroy kostað eyka í mun til ta upphædd sum Løgtingið samtykti í verklagslógini frá apríl 2003 – herundir kostnaðurin av at grava út og planera á upprunlaiga grundøkinum í Vági?
- Hvussu ber tað til, at landskassin hevur goldið fyri kloakering í sambandi við skúladepilin í Hovi, ið er ein kommunal uppgáva og sum eigur at verða í lagi, áðrenn bygging verður byrjað – og er hetta í samsvari við lógir og reglur?
- Eru eykakostnaðir staðfestir eftir at skúlin varð handaður landsstýrinum og roknar landsstýriskvinnan við nýggjum útreiðslum komandi tíðina?
Høgni Hoydal

