Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann viðvíkjandi málundirvísing fyri útlendingar
1. Hví hevur landsstýrið ikki fylgt tilmælunum í sonevnda ”integrasjónsálitinum” og í álitinum ”heildarætlan fyri fólkavøkstur” um at játta útlendingum í Føroyum munandi fleiri tímar til málundirvísing?
2. Nær og hvussu ætlar landsstýrið at fylgja hesum tilmælum?
3. Hvat tímatal til málundirvísing fyri útlendingar í Føroyum heldur landsstýrismaðurin vera tað best hóskandi at bjóða?
Á Løgtingi 10. desember 2013
Høgni Hoydal
Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann um loysnir á støðuni við avlýsingum á Suðuroyarleiðini
1. Hvussu nógvir túrar hjá Smyrli eru avlýstir, broyttir – ella vent er aftur – seinastu tríggjar mánaðirnar?
2. Er nakað tíðarskeið síðani 1975, har tølini hava líkst ella nærkast hesum?
3. Er nakað ár, har tølini hava líkst samlaðu tølunum fyri 2013?
4. Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt til tess at finna loysnir á støðuni við økta talinum av avlýsingum hjá Smyrli á Suðuroyarleiðini?
5. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við hesa støðu – eitt nú viðvíkjandi alternativum atløgumøguleikum, tá veðurlíkindini forða Smyrli at leggja at bryggju í Havn?
Á Løgtingi 10. desember 2013
Høgni Hoydal

