Høgni spyr um luttøku Føroya á Arktiska Ráðharrafundinum

14 May 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tað undrar tað, at Løgmansskrivstovan hevur sent tíðindaskriv um luttøku Føroya, uttan at nevna nakað um hendan spurning.

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum er als ikki kunnað um, at broytingar eru farnar fram í umboðan Føroya - og málið er als ikki viðgjørt politiskt sum í Grønlandi.

Tað tykist heilt rangvørt, um Føroyar eru við á fundinum sum partur av Danmark, meðan Grønland mótmælir framferðini.

§52a-fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann um luttøku Føroya í Arktiska Ráðharraráðnum

1. Eru Føroyar umboðaðar sum land í egnum navni á ráðharrafundunum hjá Arktiska Ráðharraráðnum?

2. Hvussu eru Føroyar umboðaðar í Arktiska Ráðharraráðnum í løtuni – og er ein broyting farin fram síðani Svøríki tók við formansskapinum?

3. Hví er Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum ikki kunnað um broytingarnar í umboðan Føroya, og hví hevur løgmaður ikki ráðført seg við nevndina um hetta?

4. Hvør er leiklutur løgmans á ráðharrafundinum í Kiruna, Svøríki, 15. mai 2013?

5. Fer løgmaður at taka nakað stig – eins og Grønland júst hevur gjørt – til tess at mótmæla, at Føroyar ikki taka luti egnum navni á ráðharrafundunum og til tess at vinna frama fyri egnari luttøku?

Viðmerkingar:

Arktiska Ráðharraráðið hevur fund í Kiruna í Svøríki í hesum døgum. Sambært tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni tekur løgmaður lut á fundinum.

Men 14. mai 2013 hevur grønlendska landsstýrið boðað frá, at tey taka ikki lut á fundinum til tess at mótmæla, at Grønland ikki kann taka lut í egnum navni.

Sambært grønlendska landsstýrinum er tann siðvenja broytt, at bæði Grønland og Føroyar hava kunnað tikið lut á fundunum i Arktiska Ráðharraráðnum undir egnum navni. Nú er eftir øllum at døma bert Danmark formliga umboðað á fundinum, og Grønland vil ikki góðtaka hetta.

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum er als ikki kunnað um, at broytingar eru farnar fram í umboðan Føroya - og málið er als ikki viðgjørt politiskt sum í Grønlandi.

Tí er spurningurin til løgmans, hvør leiklutur løgmans er á hesum fundum og á fundinum í Kiruna 15. mai 2013.

Og ætla løgmaður og føroyska landsstýrið at gera sum Grønland og krevja viðurkenning og egnan leiklut – ella er løgmaður við í kiruna sum danskt embætisfólk?

Á løgtingi, 14. mai 2013

Høgni Hoydal, løgtingsmaður