§52a-fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann um lógliga/ólógliga fyrisiting hjá landsstýrismanninum í innlendismálum
1. Kann løgmaður vátta, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur skrivað undir uppá at veita endurgjald á 1 mió. kr. til eitt privat útlendskt felag, um ikki Løgtingið hevur samtykt eitt tingmál innan 31. august 2013 – og harvið skal víkja frá vanligum tíðarfreisum sambært tingskipanini?
2. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í iennlendismálum hevur fyrisitið lógliga, um hann hevur bundið landskassan og skattgjaldaran til at gjalda endurgjald, um ikki Løgtingið avgreiðir eitt tingmál við at víkja frá vanligu tíðarfreistunum?
3. Heldur løgmaður, at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur fyrisitið lógliga, og er tað í samsvari við lóg um ábyrgd landsstýrisins, tá hann leggur lógaruppskot fyri tingið, har allir upplýsingar ikki eru lagdir við, og har upplýsingar verða afturhildnir, tá tingið viðger málið?
4. Ætlar løgmaður at loysa landsstýrismannin úr starvi og reisa eitt revsimál sambært lóg um ábyrgd landsstýrismanna?
Á løgtingi, 16. august 2013
Høgni Hoydal, løgtingsmaður

