Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi kostnaðinum hjá peningastovnunum og fyri landskassan av at flyta netbanka og KT-skipan av landinum
1. Hvat hevur tað kostað í krónum og oyrum hjá føroysku peningastovnunum at flyta netbankan og KT-skipanina av landinum?
2. Hvat hevur og/ella fer tað at kosta fyri landskassan, tá nýggj skipan er gjørd til tess at kunna krevja inn skatt og onnur gjøld í sambandi við nýggju skipan bankanna?
3. Hvør er kostnaðurin fyri føroyska brúkaran av at flyta hesar skipanir av landinum – t.e. um vit leggja kostanðin hjá bankunum saman við kostnaðin umvegis landskassan?
4. Hevur landsstýrið ætlanir um at gera nakað við hetta mál?
Á Løgtingi, 26. november 2013
Høgni Hoydal
Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um at bankar av sínum eintingum stovna eftirlønarkonti fyri fólk
1. Heldur landsstýrismaðurin tað vera í lagi, at bankar í løtuni av sínum eintingum stovna eftirlønarkonti til fólk í sambandi við lógina um tvungna eftirlønaruppsparing?
2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við tað?
3. Hevur landsstýrið eina støðu til, hvørjar avleiðingar tvungna uppsparingarlógin hevur fyri ta kapping, ið nú verður millum ymsar eftirlønarveitarar at fáa atgongd til uppsparingina hjá hvørjum einstøkum?
Á Løgtingi, 26. november 2013
Høgni Hoydal

