Høgni spyr um kostnað av KT-umlegging peningastovnanna

31 August 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra

um kostnað fyri føroyska samfelagið av KT-umlegging peningastovnanna

Hvussu nógv metir landsstýrismaðurin at tað – higartil – hevur kostað føroysku peningastovnunum, føroyska brúkaranum, føroyskum vinnulívi og stovnum og fyritøkum, at peningastovnarnir fluttu allar sínar elektronisku skipanir av landinum – herundir eyka arbeiðstímar, nýggj avgjøld og aðrar útreiðslur í sambandi við umleggingina?

Hvussu nógv metir landsstýrismaðurin, at tað fer at kosta tí almenna at laga seg til nýggju skipanirnar?

Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt mótvegis peningastovnunum í hesum máli, síðani hann fyri knøppum ári síðani – og aftur eftir at skaðin var hendur seint í vár – boðaði frá í fjølmiðlunum, at hann skuldi fara at seta peningastovnum krøv í hesum máli?

Høgni Hoydal