Høgni spyr um gjald fyri lestur á Føroyamálsdeildini

21 May 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hevur landsstýrismaðurin góðkent, at ætlanin nú er at taka gjald fyri parttíðar¬lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum?

2. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta er javnbjóðis viðgerð av lesandi í Føroyum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta er í samsvari við grundreglurnar undir útbúgvingarskipanini í Føroyum um frælsi hjá øllum at útbúgva seg uttan mun til fíggjarliga og sosiala støðu?

4. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta er í samsvari við málið um at fáa fleiri at útbúgva seg í Føroyum?

5. Heldur landsstýrismaðurin, at hetta er í samsvari við lógirnar og siðvenjurnar fyri Fróðskaparsetrið og fyrisitingarligar grundreglur um at viðgera borgarar á sama hátt?

6. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera til tess at broyta hesar ætlanir og at tryggja, at til ber at lesa parttíðarlesnað á Føroyamálsdeildini – og í føroyska útbúgvingarverkinum yvirhøvur – ókeypis?

Viðmerkingar
Herfyri varð boðað frá á Fróðskaparsetri Føroya, at tey, ið lesa parttíðarlesnað á Føroyamálsdeildin, skulu nú gjalda fyri at ganga í skúla. Parttíðarlesnaður skal strikast og ístaðin skal gjald takast fyri stakgreinalestur.

Verður hetta framt, er tann bólkurin av fólki, ið hevur valt at fara undir útbúgving við at lesa parttíð á Føroyamálsdeildini, fyri stórum og ógvisligum mismuni. Hesi eru ofta fólk, ið ikki hava havt umstøður og grundarlag fyri at velja eina útbúgvingarleið beinleiðis gjøgnum alla skúlaskipanina, men kortini nú velja at taka hægri útbúgving eftir teimum umstøðum, tey hava.

At fremja hetta, er í andsøgn við allar grundreglurnar undir okkara útbúgvingarskipan. og gongur beint ímóti øllum politiskum lovorðum um at raðfesta hægri útbúgving og at fáa fleiri at útbúgva seg í Føroyum.

Og at tey, ið velja at lesa føroyskt parttíð, skulu vera fyri mismuni, tykist vera ein beinleiðis niðurraðfesting av Føroyamálsdeildini í mun til onnur fakøki.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um eina frágreiðing um málið og at svara, hvat hann fer at gera til tess at broyta hesa avgerð og tryggja øllum somu rættindi at lesa í Føroyum..


Á Løgtingi, 17. mai 2013

Høgni Hoydal