Høgni spyr um føroyskan fólkarætt og um ognarrættin til føroysku undirgrundina

31 August 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann um føroyskan fólkarætt

- Er Kaj Leo Johannesen samdur við sjónarmiðunum hjá danska forsætisráðharranum, sum vísandi til upprit hjá danska løgmálaráðnum hevur sligið fast, at Føroya fólk hevur ikki evsta vald í Føroyum og hevur m.a. ikki rætt til at áseta lóggávu um grundleggjandi mannarættindi, ognarrætt og framsøgufrælsi?

Viðmerkingar

Danska Løgmálaráðið hevur skrivað eitt upprit, sum danski forsætisráðharrin hevur víst til, tá hann hevur lagt seg út í viðgerðina av stjórnarskipan Føroya.

Hetta upprit heldur uppá, at føroyska tjóðin er ikki til, at alt vald yvir Føroyum liggur hjá donskum myndugleikum og danska fólkinum, og at Føroya fólk hevur ongi rættindi at áseta sínar egnu fólkaræðisligu grundreglur.

Løgmaður hevur í fjølmiðlunum sagt seg vera samdan við danska forsætisráðharran.

Tí verður hann biðin um at greiða Løgtinginum frá, hvussu tað hongur saman, at hann gongur beint ímóti rættindunum og heimildinum hjá tí tingi, har meirilutin hevur valt hann til løgmann og at hann gongur ímóti grundleggjandi rættindunum hjá tí fólki, ið hevur valt tingið.

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann um ognarrættin til føroysku undirgrundina

- Er Kaj Leo Johannesen samdur við úttalilsini hjá danska forsætisráðharranum sum á tíðindafundi í Tinganesi 20. august 2010 segði, at føroyingar hava ikki yvirtikið ognarrættin til føroysku undirgrundina?

Viðmerkingar

Á beinleiðis sjónvarpaðum og útvarpaðum tíðindafundi í Tinganesi 20. august 2010, varð danski forsætisráðharrin spurdur um 17 ára longu mótstøðuna hjá donsku stjórnini ímóti, at føroyingar tóku ræðið á undirgrundini, vísandi til donksu grundlógina, men síðani broyttu hugsan.

Danski forsætisráðharrin svaraði, at føroyingar hava ikki yvirtikið ognarrættin til undirgrundina, bert umsitingina.

Høgni Hoydal