Høgni spyr um fólkaatkvøðu í kommunumálum

18 April 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Hvør er grundgevingin fyri, at landsstýrið hevur skrivað út fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, uttan at Løgtingið ella andstøðuflokkarnir yvirhøvur eru hoyrdir ella bidnir um at viðgera, geva ráð ella taka lut?

Hvør er grundgevingin fyri, at landsstýrið skipar fyri almennum fundum kring landið um bæði størri og smærri lutir í framtíðar kommunubygnaði, í skattamálum, á eldraøkinum, viðvíkjandi fólkaskúlanum og øðrum mongum, uttan at nøkur viðgerð hevur verið á løgtingi og uttan at allir politisku flokkarnir í Føroyum eru umboðaðir og kunnu siga sína hugsan mótvegis veljarunum?

Heldur løgmaður, at landsstýrið er vorðið lóggevandi myndugleikin í Føroyum, og at fólkaræði verður framt við einvegis avgerðum og einvegis framferð hjá útinnandi valdinum og landsstýrisfólkum, heldur enn umvegis landsins meira enn 1200 ára gamla ting?

Heldur løgmaður, at so týdningarmikil viðurskifti sum framtíðar kommunubygnaðurin, skipanin á eldraøkinum og viðvíkjandi fólkaskúlanum eru mál, ið ikki skulu grundast á politiska viðgerð og fyrireiking á løgtingi og millum allar politiskar flokkar?

Viðmerkingar:

Grundleggjandi fortreytir fyri fólkaræði, eru m.a.:

- Alment politiskt orðaskifti og neyv viðgerð av øllum avgerðum av týdningi fyri fólkið í landinum.

- Í umboðandi fólkaræðisligum skipanum, at ongin er yvir og ongin er undir liðini á fólkavalda parlamentinum.

- At minnilutar verða vardir og sleppa til orðanna á jøvnum føti við meirilutar.

- At upplýsing og haldgott grundarlag er hjá fólki at meta og taka støðu eftir til val og atkvøður.

Framtíðar kommunubygnaður og uppgávubýtið millum land og kommunur er eitt serstakliga týðandi mál fyri fólkaræði landsins og fyri búskap, sosial rættindi, trivnað, vinnumøguleikar, mentan o.a.

Nú hevur landsstýrið skrivað út fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging kring alt landið, við heimild í verandi kommunulóg.

Men talan er ikki um fólkaatkvøður í einstøku økjunum, sum heimildin í kommunulógini er ætlað til. Talan er í veruleikanum um eina landsfevnandi fólkaatkvøðu um at taka støðu til framtíðar kommunubygnaðin fyri alt landið og fyri uppgávubýtið millum land og kommunur.

Landsstýrið hevur verið á sonevndum kunningarfundum upp undir fólkaatkøðvuna rkring alt landið, har veljarar hava fingið ymiskar útleggingar og hugleiðingar frá nøkrum landstýrisfólkum og bara nøkrum politiskum flokkum um til dømis elddraøkið, fólkaskúlan, skattaskipan o.s.fr. Onki tilfar ella upplýsing fylgir annars málinum.

Løgtingið hevur als ikki havt høvi viðgjørt hesar spurningar við ítøkiligum uppskotum. Andstøðuflokkarnir vita als onki um málið, og kunnu ikki á upplýstum grundarlagi taka lut í almenna orðaskiftinum og geva veljarunum ráð og tilmæli á einum sakligum grundarlagi..

Hetta er so fólkaræðisliga rangvørt og so óskiljandi framferð hjá landsstýrinum – serliga tá hugsað verður um, hvussu so týðandi avgerð kann grundfestast í samfelagnum og politisku skipanini – at løgmaður verður biðin um at grundgeva fyri avgerðunumog framferðini.

Á løgtingi, 16. apríl 2012

Høgni Hoydal, løgtingsmaður