Høgni spyr um eftirlitsskyldur og um Eik

10 November 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Til løgmann um eftirlitsskyldur hjá løgmonnum

Heldur løgmaður fast um, at hann onga ábyrgd hevur at nýta sínar eftirlitsheimildir í lóggávuni, tá tað snýr seg um viðurskifti farin fram innan hansara løgmanstíð?


Er løgmaður greiður um, at við hesi hugsan, so kunnu landsstýrisfólk og embætisfólk fremja brot á skyldur og lóggávu uttan avleiðingar, um bara tað kemur fram eftir, at annar løgmaður hevur tikið við?


Hvørja avleiðing heldur løgmaður, at hendan støðan um ikki at hava eftirlitsábyrgd av fyrisitingini, áðrenn egna løgmanstíð, hevur fyri eitt nú avgerðir um møguligar tænastumannakanningar av embætisfólki?


Hvørja avleiðing heldur løgmaður, at hendan støðan um ikki at hava eftirlitsábyrgd av fyrisitingini, áðrenn egna løgmanstíð, hevur fyri brot hjá landsstýrisfólki, ið tildømis eru farin fram nakrar mánaðar áðrenn løgtingsval, har skifti er í løgmansembætinum eftir valið?

Til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann

Nær verður tann fráboðaði fundurin millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og danska ráðharran, Brian Mikkelsen, um alt málið við Eik og kunningini í hesum sambandi?


Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera í lóggávuni frameftir til tess at forða fyri, at sama støða kemur í aftur?


Hvat ætlar landsstýrismaðurin annars at gera til tess at lýsa alt málið viðvíkjandi Eik fyri almenninginum?