Hvønn týdning hevur tað fyri støðutakanina hjá ES-skipanini um heimildir til tiltøk móti Føroyum í makrelmálinum, at Danmark ætlar at atkvøða blankt um tiltøkini móti Føroyum í ráðharraráðnum hjá ES?
Høvdu tiltøkini kunna verið steðgað, um Danmark atkvøddi ímóti – t.e. er talan um eina avgerð, ið krevur einmæli, har øll londini í ráðharraráðnum skulu atkvøða fyri?
Hvat hevur landsstýrið gjørt og fer at gera mótvegis donsku stjórnini í hesum máli, uttan at taka eina fráboðan “til eftirtektar”?
Viðmerkingar:
Ein fráboðan er nú komin frá donsku stjórnini um, at hon ætlar at atkvøða blankt í ráðharraráðnum, tá atkvøðast skal um heimildir til tiltøk móti Føroyum í makrelmálinum. Løgmaður sigur seg hava “tikið hetta til eftirtektar”.
Men talan er um eina fráboðan, ið bert fráboðar, at danska stjórnin kann skáka sær undan at taka støðu í einum máli, har donsk og føroysk áhugamál ganga beint ímóti hvørjum øðrum.
Og eftir alt tað rokið og tær útmeldingar, sum føroyskir fólkatingsmenn hava fylt føroysku miðlarnir við seinastu mánaðirnar, er eftir spyrjarans tykki nú talan um eitt politiskt arbeiði, sum bert hevur fingið tað úrslit, at danska stjórnin skal sleppa undan at ásanna og taka ábyrgd av teirri óvirðiligu og óhaldbæru støðu, sum málið er dømi um fyri Føroyar.
Tað tykist tí, sum at føroyskir fólkatingsmenn og landsstýrið hava nýtt stóra politisku orku til at vera eitt slag av spunasmiðum hjá donsku stjórnini, har alt skal gerast fyri at pynta um avoldaðu hjálandstøðu Føroya, og nú skal Danmark so taka tað ússaligu støðu og atkvøða “blankt”.
Men tað hevur als ongan týdning, um málið verður samtykt kortini.
Tí verður spurt, hvørt Danmark hevur møguleikan at steðga málinum við at atkvøða ímóti, og hvat landsstýrið annars hevur gjørt og fer at gera í málinum.
Á løgtingi, 17. apríl 2012
Høgni Hoydal, løgtingsmaður

