Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, varaløgmann
Viðvíkjandi tí um stýrisskipanarlógin verður hildin, tá løgmaður umsitur týðandi málsøki sum fiskivinnumál
1. Er tað í samsvari við stýrisskipanarlógina, at løgmaður umsitur eitt týðandi málsøki sum týðandi partar av fiskivinnumálum?
2. Hvør hevur sambært stýrisskipanarlógini eftirlit við, at landsstýrisfólk umsita á lógligan á fullgóðan hátt, tá løgmaður og hansara fyrisiting sjálv skal taka avgerðir um so týðandi mál, sum makrelkvotur og makrelbýti?
3. Hvørjum málum á fiskivinnuøkinum er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki ógegnigur í, og er støðan yvirhøvur haldbgóð, tá ræður um skilagóða og haldgóða fyrisiting?
Viðmerkingar:
Sambært stýrisskipanarlógini er høvuðsuppgávan hjá løgmanni at hava eftirlit við, at landsstýrisfólk fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt.
Núsitandi løgmaður fysisitur uttanríkismál, og nú er eisini fráboðað, at orsakað av ógegni hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum skal løgmaður sjálvur fyrisita týðandi partar av fiskivinnumálum – harímillum at áseta kvotur og áseta býtið av føroysku makrelkvotuni.
Harvið kann løgmaður ikki hava eftirlit við, at fyrisitið verður á lógligan og fullgóðan hátt á einum av teimum mest týðandi politisku, búskaparligu og vinnnuligu økjunum í Føroyum.
Tí verður spurt, hvørt hetta er í samsvari við stýrisskipanarlógina.
Á Løgtingi, 7. februar 2012
Høgni Hoydal
Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum
Viðvíkjandi skattalætta og pensjónsinngjøldum hjá ymsum bólkum
1. Hvussu stóran skattalætta í krónum um mánaðin fær eitt landsstýrisfólk eftir umskipanina av skattaskipanini, ið fekk gildi fyrsta januar (við miðal kommunuskattaprosenti)?
2. Hvussu nógv rindar eitt landsstýrisfólk í skatti av pensjónsinngjøldum til ta pensjón, ið landsstýrisfólk hava sambært lóg?
3. Hvussu stóran skattalætta í krónum um mánaðin fær ein tímaløntur eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag, ið hevur 40 tíma arbeiðsviku (við miðalskattaprosenti)?
4. Hvussu nógv hækkar skatturin av pensjónsinngjaldi í krónum hjá einum tímaløntum eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag eftir nýggju skattingini eftir 1. januar – um persónurin rindar 15% av lønini inn til pensjón.
Á Løgtingi, 7. februar 2012
Høgni Hoydal

