Høgni setur tveir munnligar fyrispurningar

11 September 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi fundi millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og Barack Obama, forseta

1. Hví vóru Føroyar ikki umboðaðar, tá norðurlendsku forsætisráðharrarnir høvdu fund við Barack Obama, forseta, í Stokkhólmi?


2. Hvat hevur landsstýrið gjørt til tess at taka lut á fundinum, og hvat hevur landsstýrið sagt donsku stjórnini, tá Føroyar ikki vórðu bodnar við?


Á Løgtingi, 10. september 2013

Høgni Hoydal


Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi uttanríkis- og verjupolitikki í sambandi við møgulig álop á Sýrialand

1. Hvørjar samráðingar hava verið millum landsstýrið og donsku stjórnina um støðuna hjá danska kongaríkinum til ætlaðu álopini á Sýrialand?


2. Er tað í samsvari við sonevnda Fámjinsskjalið, har sagt verður, at talan skal vera um ægte medinddragelse hjá føroyska landsstýrinum í uttanríkis- og vejupolitisk mál?


Á Løgtingi, 10. september 2013

Høgni Hoydal