Høgni Hoydal valdur í formansskap Norðurlandaráðsins

4 November 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan


Hesaferð eydnaðist at fáa Føroyar umboðaðar í formansskapin. VSG-bólkurin peikaði á Høgna Hoydal sum umboð, og fer hann sostatt til verka í hesum sessi, næstu ferð Norðurlandaráðið kemur saman.

Formansskapinum er ovasta politiska leiðslan í Norðurlandaráðnum. Formansskapurin hevur ábyrgdina av tvørgangandi politiskum spurningum, skipan av virkseminum í Norðurlandaráðnum, fíggjarætlanum ráðsins, umframt uttanríkis- og trygdarpolitisk parlamentariska samstarvinum. Í fráfarandi formansskapi hava Norra, Svøríki, Ísland, Finnland og Danmark umboð.

Í Norðurlandaráðnum hava Føroyar tveir fastar limir, umframt tveir varalimir, sum Løgtingið velur. Norðurlandaráðslimirnir eru Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen. Varalimir eru Bjørt Samuelsen og Bárður Nielsen.