Høgni Hoydal spyr Bertel Haarder um mist kærurættindi hjá føroyskum sjúklingum

22 February 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Orsakað av eini danskari lógarbroyting, ið hevur sett Sundhedsvæsnets Patientklagenævn úr gildi, er greitt, at føroyskir sjúklingar nú standa uttan kærurættindi. Henda lóg er ikki galdandi fyri Føroyar, og tískil hevur føroyski sjúklingurin nú onki trygdarnet, um hann verður útsettur fyri skeivari viðgerð.

Føroyskir myndugleikar hava fingið boð um, at tað fer at taka tíð at gera lógarbroytingar fyri Føroyar, ið kann fáa kærurættin settan í gildi aftur. Í hesum tíðarskeiði kunnu rættindi hjá fólki sostatt detta burturímillum.

Tí hevur Høgni Hoydal sett danska innlendis- og heilsumálaráðharranum, Bertel Haarder, soljóðandi spurning:

“Kan ministeren redegøre for, hvorfor Sundhedsvæsnets Patientklagenævn er blevet ophævet uden at lave et overgangssystem for Færøerne, idet patienter på Færøerne nu står uden en klageinstans, og hvordan vil ministeren sikre, at man i en lovmæssig overgangsperiode sikrer de færøske patienter fuld klageret?”

Meira fæst at vita við at venda sær til Høgna Hoydal á tlf. +298 22 02 50