Høgni Hoydal kallar Brian Mikkelsen í samráð

1 October 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Sum útvarpið legði fram í gjár, var Brian Mikkelsen kunnaður um krøvini hjá Fíggjareftirlitinum mótvegis Eik longu týsdagin 21. september, men valdi ikki at kunna Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, um hetta fyrr enn tríggjar dagar seinni, 24. september.

Tí fer Høgni Hoydal, sum fólkatingslimur, at taka málið upp á Fólkatingi til tess at fáa lýst gongdina í Eik til fulnar.

Hann fer at seta Brian Mikkelsen, búskapar- og vinnumálaráðharra, sum varðar av Fíggjareftirlitinum, Finansiel stabilitet og øðrum myndugleikum, ið hava tikið avgerðirnar, sonevndar grein-20 fyrispurningar um gongdina fram til hósdagin 30. september, tá avgerðin um Eik varð endaliga tikin. Og hann fer at biðja Føroyanevndina hjá Fólkatinginum kalla ráðharran í samráð at greiða frá gongdini og avgerðunum.

Spurningarnir, sum í fyrsta umfari skulu svarast, eru hesir:

- Hví kunnaði Brian Mikkelsen ikki føroyskar myndugleikar, fyrrenn 3 dagar eftir, at hann hevði fingið boðini um nýggju krøvini frá Fíggjareftirlitinum?

- Hvør var munurin á støðuni í Eik tann 19.august 2010, tá ráðharrin upplýsti fyri føroyska landsstýrinum, at ongin vandi var á ferð, til heilt øðrvísi boð komu frá Fíggjareftrlitinum ein mánað seinni?

- Hvussu kundi Finansiel Stabilitet í mars mánaða 2010 seta pening í Eik og útvega trygdir, og støðan síðani broytast so dramatiskt við krøvunum frá Fíggjareftirlitinum í september?

- Hví varð sett so stutt freist, tá bankini og kundarnir kortini vóru tryggir, við heimildunum hjá Fíggjareftirlitinum at leingja allar trygdir?

- Hvat hevur tað kostað í drenaðum kapitali úr bankanum, at tann stóri ótryggleikin varð skaptur við stuttu tíðarfreistini?

- Hví góvu myndugleikarnir fyrst boð um, at arbeiðast kundi við eini loysn fyri føroyska partin, meðani síðani varð hetta kolldømt beint áðrenn freistin rann út?