Altjóða felagsskapurin, European Free Alliance, og flokkurin Ålands Framtid bjóðaðu Høgna at halda fyrilestur saman við fyrilestrarhaldarum úr Skotlandi, Katalonia, Belgia og Ålandi.
Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á tær demokratisku rørslur í Evropa, sum vilja fremja rættindi hjá tjóðum, ið enn ikki hava framt sín sjálvsavgerðarrætt og sum vilja samstarva beinleiðis í altjóða samfelagnum. Víst varð á við dømum um alt Evropa, at tað oftast er avoldað nasjonalisma frá teimum gomlu valdsríkjunum í Evropa, sum berjist ímóti og forðar demokratiskum frælsisrørslum at gerast javnsettir partar í heiminum.
Tjóðveldi

