Høgni Hoydal fyrilestur um Føroyar á altjóða ráðstevnu um fullveldisrørslur í Evropa

27 October 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Á altjóða ráðstevnum um fullveldisrørslur í Evropa, sum varð hildin í Mariehamn í Álandi, hevur Høgni Hoydal hildið fyrilestur um Føroyar og føroysku fullveldisrørsluna

Altjóða felagsskapurin, European Free Alliance, og flokkurin Ålands Framtid bjóðaðu Høgna at halda fyrilestur saman við fyrilestrarhaldarum úr Skotlandi, Katalonia, Belgia og Ålandi.

Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á tær demokratisku rørslur í Evropa, sum vilja fremja rættindi hjá tjóðum, ið enn ikki hava framt sín sjálvsavgerðarrætt og sum vilja samstarva beinleiðis í altjóða samfelagnum. Víst varð á við dømum um alt Evropa, at tað oftast er avoldað nasjonalisma frá teimum gomlu valdsríkjunum í Evropa, sum berjist ímóti og forðar demokratiskum frælsisrørslum at gerast javnsettir partar í heiminum.

Tjóðveldi