Skrivligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi broyttu pensjónsskattaskipanini
1. Eru allir peningastovnar, øll pensjónsfeløg, allir arbeiðsgevarar og almennir myndugleikar - hvør í sínum lagi og saman - klár til, at umsita lógina um skatting av pensjón við inngjaldi nú í januar 2012 ? Um ikki, hvat manglar í hjá ymsu pørtunum, nær verða hesir klárir og hvussu verða pensjónsinngjøld umsitin til klárt er at umsita lógina til fullnar ?
2. Verða allir føroyingar skattaðir eins av teirra pensjón framyvir ? - ella verður pensjónin hjá tænastumonnum og landsstýris- og løgtingsmonnum skattað sum A-inntøka við útgjaldi, og harvið øðrvísi enn hjá flestu føroyingum, ið fáa 40% skatt av pensjónsinngjaldi ?
3. Ætlar landsstýrið, at skattaðar pensjónsinntøkur framyvir skulu mótroknast eins og óskattaðar pensjónsinntøkur í almennum veitingum og fólkapensjónini ?
4. Hvussu nógvir føroyingar starvast í dag hjá útlendskum arbeiðsgevara og rinda pensjón til útlendsk pensjónsfeløg ? Hvør er ítøkiliga ætlanin at tryggja, at hesi, eins og aðrir føroyingar, rinda skatt av pensjónsinngjaldi sínum framyvir ?
5. Í grannalondum okkara verða pensjónsinngjøld ikki skattað, men hinvegin verður pensjón skattað við útgjaldi. Í Føroyum verða nú pensjónsinngjøld skattað og útgjøldini verða skattafrí. Nær eru skattaavtalur gjørdar við Norðurlond og onnur viðkomandi lond, ið skulu tryggja, at føroyingar ikki rinda skatt av pensjón bæði við inngjaldi og útgjaldi um føroyingar í pensjónsárum flyta til útlandið ?
6. Er ætlanin at veita endurgjald til teir føroyingar, ið nærkast pensjónsaldri, men verða noyddir at flyta pensjónsfelag og missa uppspart virði - vegna broyttu lóggávuna ? Um ikki, verður umhugsað at geva undantak til føroyingar yvir ávísan aldur ?
7. Hvussu ætlar landsstýrið at fáa til vega nýggjar inntøkur fyri at endurrinda kommununum teirra part av pensjónsskattinum, nú samgongan hevur valt at lata allar skattainntøkurnar frá skatting av pensjónsinngjaldi, út sum skattalætta í landsskattinum ?
8. Føroyar eru langt afturút tá umræður pensjónsuppsparing í mun til grannalond okkara. Hetta er ein stórur vansi og vil leggja stórt trýst á landskassan í framtíðini. Hartil kemur, at ótryggleiki um framtíðar pensjónsviðurskifti vanliga elvur til minni hug at spara upp til pensjón. Seinastu árini hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum ynskt at økja um pensjónsinngjaldið, men eru tað í samband við almennu lønarsamráðingarnar í ár nøkur ynski um at hækka pensjónsinngjaldið ?
9. Áðrenn løgtingsvalið var komið væl áleiðis við eini pensjónsnýskipan. Eru ætlanir um, at seta gongd aftur á arbeiðið at gera eina pensjónsnýskipan ? Um so er, nær og hvør kemur at luttaka í hesum arbeiði ?
Viðmerkingar
Samgongan valdi at seta í verk eina kollveltandi broyting av føroysku skattaskipanini beint fyri jól, m.a. broyting frá skatting av pensjón við útgjaldi, til skatting av pensjón við inngjaldi. Lógirnar vórðu samtyktar á Løgtingi 23. desember 2011 og longu 8 dagar seinni, 1. januar 2012, vórðu hesar settar í gildi.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum svaraði ikki ítøkiliga uppá nógvu ósvaraðu spurningarnar undan endaligu viðgerðini av málunum í Løgtinginum, men vísti tó á, at tað væl lat seg gera, at umsita nýggju pensjónsskattaskipanina pr. 1. januar 2012.
Millum mongu ósvaraðu spurningarnar var spurningurin viðvíkjandi minkandi kommunuskattainntøkum. Higartil hava kommurnar átti 40% av øllum kapitalpensjónsskatti og ein enn størri part av luta- og lívrentu pensjónsskattinum. Við broyttu lóggávuni fær landið allan pensjónsskattin av pensjón, ið verður rindað inn frá 1. januar 2012. Tí missa kommunurnar allar framtíðar pensjónsskattainntøkur. Í 2012 tekur landskassin inn 220 mió. kr. í skatti av pensjóninngjøldum, ið høvdu komið bæði landi og kommunum til góðar seinni, tá pensjónin varð útgoldin. Av hesum 220 mió. kr. eiga kommunurar minst 88 mió. kr. (40%), men fáa ikki hesar inntøkur. Um fá ár verður mett, at pensjónsinngjøldini samlað verða um eina mia. kr. Um skatturin verður 40% og kommunurnar skuldu fingið 40% av hesum, er talan um 160 mió. kr., ið kommurnar koma at missa í skattainntøkum, í mun til í dag. Hartil kemur, at landið ikki hevur henda pening tøkan at lata kommununum, tí valt verður at lata peningin út sum skattalætta í landsskattinum. Harvið verður munandi minni peningur hjá kommununum í framtíðini, til at veita tænastur til borgarnar fyri.
Hóast ótalligar áheitanir frá embætisfólkum, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, serfrøðingum, løgtingslimum og føroyingum sum heild um, at gera neyðugu útgreiningarnar lidnar og síðan taka málið viðvíkjandi møguligum broytingum í pensjónsskattingini upp í samband við pensjónsnýskipanararbeiðið, so valdi samgongan at seta nýggju skipanina í verk pr. 1. januar.
Nú vit eru í januar mánaða og nýggja lóggávan viðvíkjandi pensjónsskatting er sett í verk, samstundis sum nógvir spurningar enn standa ósvaraðir, verða settir hesir spurningar.
Á Løgtingi, 15. januar 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

