Endamálið hjá bólkinum er at ikki detta burtur í donskum innanríkispolitikki, men at nýta Fólkatingið til at markera tey grønlendsku og føroysku aðalmálini. Í samband við at Norðuratlantsbólkurin í ár markeraði sítt tíggjunda ár segði Helle Thorning-Schmidt, formaður hjá Sosialdemokratunum, soleiðis ”Sosialdemokratar hava eitt gott samstarv við Norðuratlantsbólkin um týðandi spurningar viðvíkjandi Føroyum og Grønlandi. Eg havi við stórari gleði luttikið á Studentardegi hjá Norðuratlantsbólkinum, har nógv lesandi úr Føroyum og Grønlandi luttóku. Her var gott kjak um nógv týðandi mál viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum. Eg ynski Norðuratlantsbólkinum til lukku við fyrstu 10 árunum á Fólkatingi og gleði meg til eisini í framtíðini at samstarva við limirnar í bólkinum.”
Les meira um ráðstevnurnar hjá bólkinum her: http://dnag.sansir.net/Default.aspx?pageid=11025

