Helena svarar Sjúrði um maritimar útbúgvingar

22 March 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur um maritimar útbúgvingar, settur Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvønn marknað eru skipara- og maskinistútbúgvingarnar, sum ætlanin er at skipa í Klaksvík, ætlaðar til?
2. Sær landsstýriskvinnan nakran vanda fyri, at skipara- og maskinistútbúgvingarnar, sum ætlanin er at skipa í Klaksvík, orsakað av altjóða krøvum, fara at hava lítið virði - bæði fyri tann einstaka og fyri landið?
3. Er nøkur formlig forðing fyri, at skipara- og maskinistútbúgvingarnar, sum skulu skipast í Klaksvík, kunnu geva atgongd til tær skipsførara- og maskinmeistara¬útbúgvingar, sum skulu skipast í Havn?
4. Er nakað formligt krav frá vinnu ella myndugleikum um, at tað skal krevjast miðnámsútbúgving fyri at sleppa at lesa til skipsførara ella maskinmeistara?

Viðmerkingar:
30. desember 2010 svaraði landsstýriskvinnan einum spurningi frá undirritaða um, hvørjir teir fakligu, fíggjarligu og námsfrøðiligu fyrimunirnir eru av at flyta skipara- og maskinistútbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar í mun til at savna allar tær maritimu útbúgvingarnar á sama staði.

Í svarinum verður upplýst, at ætlanin um at uppstiga skipsførara- og maskinmeistara¬útbúgvingarnar til bachelorstøði hevur við sær, at fakligi felagsparturin millum hesar báðar útbúgvingarnar øðrumegin og skipara- og maskinistútbúgvingarnar hinumegin verður munandi minni, enn hann er í dag.

Í svarinum verður eisini upplýst, at tá ið uppraðfestingin av maritimu útbúgvingunum er veruleiki, verður upptøkukravið sum útgangsstøði ein miðnámsútbúgving, og krøvini til læraraførleikarnar verða á universitetsstøði við granskingarførleika. Ein natúrlig avleiðing av hesum verður, at skiparaútbúgvingin, sum er 1,5 ár, ikki longur verður fyrri partur av skipsføraraútbúgvingini.

Tað skilst, at hetta er ein av orsøkunum til, at tað verður hildið ráðiligt at hava útbúgvingarnar á hvør sínum staði.

Men at maskinistar og skiparar ikki kunnu merityvirføra til bachelorútbúgvingarnar hevur skapt ótta fyri, at teir kunnu renna fastir, tí størvini til fólk uttan fulla útbúgving fækkast í hvørjum. Færri slík størv í fiskiflotanum, og í offshore-vinnuni gerast skipini størri og størri við teirri avleiðing, at lægru útbúgvingarnar ikki lúka krøvini.
Tí verður spurt, hvønn marknað útbúgvingarnar, sum skulu vera í Klaksvík, eru ætlaðar til.


At tað skal krevjast miðnámsútbúgving fyri at koma inn á umrøddu útbúgvingar í Havn hevur hinvegin skapt iva um, hvørt hetta fer at útiloka fleiri av teimum, sum hava stóran áhuga fyri júst hesum útbúgvingum.

Á Løgtingi, 8. mars 2011

Sjúrður Skaale


Svar

Ad. 1: Skipara- og maskinistútbúgvingarnar, sum eftir ætlan bert skulu bjóðast út í Klaksvík, eru somu útbúgvingar, sum bodnar verða út í dag. Føroyska skiparaútbúgvingin kann best samanberast við eina samanseting av donsku útbúgvingunum “sætteskipper” og “fiskeskipper”. Sætteskipperútbúgvingin er ætlað til farmaskip og fiskeskipperútbúgvingin til fiskiskip.

Orsøkin til, at føroyska skiparaútbúgvingin er soleiðis samansett, at hon bæði er ætlað til farma- og fiskiskip er at geva skiparalærdum størri vinnumøguleikar. Ein onnur orsøk er, at næmingatilfeingi ikki altíð er til at bjóða út tvær ymiskar skiparaútbúgvingar.

Føroyska skiparaútbúgvingin gevur hesi rættindi:

- Skipari við farmaskipum upp til 3000 bruttotons á øllum høvum


- 1. og 2. stýrimaður við øllum farmaskipum uttan mun til stødd á øllum høvum


- Skipari á fiskiskipum uttan mun til stødd á øllum høvum.

Marknaðurin ella vinnan, sum henda útbúgvingin er ætlað til, er allur tann føroyski fiskiflotin umframt farmaskip upp til 3000 bruttotons. Við tí altjóða góðkenning, sum henda útbúgving hevur, er eisini møguleiki at finna sær starv í øðrum londum á jøvnum føti við allar heimsins sjóvinnutjóðir. Hesin møguleikin, sum føroyingar hava troytt í øldir, hevur ongantíð verið so góður sum júst nú.

Maskinistútbúgvingin gevur hesi rættindi:

- Maskinstjóri við øllum skipum upp til 3000 Kw (kilowatt).

Marknaðurin, sum henda útbúgvingin er ætlað til, er meginparturin av føroyska fiskiflotanum umframt øll onnur skip upp til 3000 Kw.

Í 2007, heitti táverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø á Mentamálaráðið um at geva ein serligan møguleika fyri at eftirútbúgva fólk, sum høvdu ávísar førleikar og royndir, til maskinist, tí tørvurin í føroyska fiskiflotanum var so stórur og nýggj undantaksloyvi vóru ikki latin. Hetta var gjørt, og fóru 51 ígjøgnum hesa serligu “eftirútbúgving”. Møguleikarnir hjá einum maskinisti eru framvegis góðir at fáa starv bæði í Føroyum og uttanlands. Sambært Føroya Reiðarafelag er tørvurin á maskinistum framhaldandi stórur. Føroya Reiðarafelag hevur áhuga í at fleiri taka hesa útbúgving. Maskinmeistarafelagið metir eisini, at tørvur framvegis verður á maskinistum.

Ad. 2: Skiparaútbúgvingin verður í dag boðin út á Klaksvíkar Sjómansskúla, so her er ikki talan um nakra nýggja ætlan. Skipara- og maskinistútbúgvingarnar lúka tey altjóða krøv, sum sett eru til hesar útbúgvingar. Persónar, við hesum altjóða góðkendu útbúgvingum, hava møguleikan at virka um allan heimin. Tað eru ongar ætlanir um at sleppa hesum krøvum, tí tað vildi nærmast gjørt útbúgvingarnar virðisleysar. Útbúgvingarnar eru undir altjóða eftirliti, hetta uttan mun til, hvar í landinum tær verða bodnar út. Útbúgvingarnar hava og fara framhaldandi at hava tað størsta virði sum møguligt er at leggja í hesar.

Ad. 3: Tað er ongin formlig forðing fyri, at skiparaútbúgvingin kann verða við til at geva atgongd til skipsførara á bachelorstigi, um upptøkukrøvini til skipsføraraútbúgvingina verða løgd soleiðis til rættis, at ein miðvís ætlan fyri víðari lestri hjá skiparalærdum verður framd.

Skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar eru tungar útbúgvingar og roknast kann við, at krøvini til hesar útbúgvingar gerast alsamt fleiri. Tøl frá Vinnuháskúlanum vísa, at umleið helvtin av teimum, sum byrja eina skipsføraraútbúgving, ikki megna at standa útbúgvingina til ásettu tíðina. Viðmerkjast skal, at fjarlesarar, sum hava eina serliga tilgongd í útbúgvingini eru taldir við her. Nógvir av næmingunum halda fram, meðan restin fellur frá. Í meðal brúka næmingarnir eitt hálvt ár út yvir ásettu tíðina fyri at standa útbúgvingina. Hetta er ein ábending um, at næmingarnir við bert fráfaringar- ella víðkaðu fráfaringaroynd fólkaskúlans ikki eru nóg væl fyrireikaðir til at fara undir eina skipsføraraútbúgving.

Tað er ongin ivi um, at rætta leiðin fyri maritimu vinnubólkarnar er at hækka førleikastøði. Í Danmark hava myndugleikarnir ætlanir um, at fólk uttan fyri ES skulu fáa rætt til skiparastørvini umborð á donskum skipum. Í hesum sambandi hevur Mærsk- reiðaríið boðað frá, at tað framhaldandi verða danskir skiparar umborð á teirra skipum, tí mett verður, at hesir hava bestu førleikarnar. Tað er nærliggjandi at hugsa, at tey við bestu útbúgvingunum, í hesum førinum bachelorar, verða tiknir fram um aðrar.

Í Noregi og Danmark eru upptøkukrøvini til maritimu bachelorútbúgvingarnar ávísar lærugreinir á gymnasialum miðnámsskúlastigi. Hjá teimum, sum ikki hava eina gymnasiala miðnámsútbúgving, er møguleiki at lesa hesar lærugreinir í einum fyrireikingarári.

Um skipað verður fyri einum fyrireikingarári í Føroyum, kann hetta gerast ein lopfjøl hjá skiparanum til skipsføraraútbúgvingina. Um skipsføraraútbúgvingin verður løgd soleiðis til rættis, at førleikarnir hjá einum skipara verða lagdir í tvey semestur, vil hetta geva skiparanum merit fyri upp til eitt ár av skipsføraraútbúgvingini. Fyrireikingarárið gevur eisini tann fyrimun, at næmingarnir verða betur fyri at standa útbúgvingina til ásettu tíðina.

Ætlanin er eisini at gera eina aspirantskipan, sum styttir munandi um útbúgvingartíðina, tí í hesari skipan verður siglingartíðin stytt niður í eitt ár fyri at fáa vinnubræv.

Ein arbeiðsbólkur er settur, sum m.a. skal finna fram til, hvørji upptøkukrøv skulu setast til skipsførara- og maskinmeistaraútbúgvingarnar, sum eftir ætlan skulu skipast á bachelorstøði. Arbeiðsbólkurin skal eisini finna fram til ta bestu og smidligastu loysnina fyri, hvussu skiparar fáa atgongd til bachelorútbúgvingina.

Í talvuni niðanfyri eru lýstar møguligar tilgongdir til skipsførara á bachelorstigi. Starvsvenjingin tekur eitt ár.

Fyrireikingarár Starvsvenjing 1. árið 2. árið 3. árið
Aspirantur + + + + +
Skipari v/siglingartíð + ÷ ÷ + +
Gym. miðnám ÷ + + + +
9./10. flokkur við siglingartíð + ÷ + + +

Talvan er eitt dømi um, hvussu útbúgvingarnar kunnu skipast, og hvørjir møguleikar skiparin hevur fyri at halda fram til skipsførara á bachelorstigi, men hesir spurningarnir verða ikki endaliga svaraðir fyrr enn arbeiðsbólkurin hevur fingið høvi at gera sítt arbeiði liðugt, áðrenn endalig støða kann takast til, hvussu útbúgvingarnar skulu skipast og hvørji upptøkukrøvini verða.

Líknandi aspirantskipanir sum talvan vísir eru bæði í Noregi og Danmark.

Ad. 4: Gymnasialt miðnámsskúlaprógv er vanliga aðalkravið til útbúgvingar, sum skipaðar verða á bachelorstøði.
Vísandi til svar til spurning 3, so verður arbeitt við møguleikanum eisini at skipa krøvini fyri upptøku til skipsførara- og maskinmeistara í einum fyrireikingarári, sum eftir nærri ásettum reglum verða javnsett við krøvini í viðkomandi lærugreinum í einari gymnasialari miðnámsútbúgving, og talan kann eisini verða um møguleikan fyri upptøkuroynd í ávísum lærugreinum.

Mentamálaráðið, 21. mars 2011


Helena Dam á Neystbø
landsstýriskvinna