Helena svarar Sjúrði um KVF-lýsingar

13 April 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

1. Hvat heldur landsstýriskvinnan um, at Kringvarp Føroya gerst støðugt meira ágangandi á lýsingarmarknaðinum soleiðis, sum eitt nú skrivið, sum Kringvarpið sendi lýsingarstovunum 21. mars, er tekin um?

2. Nær og hvussu fer landsstýriskvinnan at seta greiðari mørk fyri, hvussu Kringvarp Føroya kann fara fram í kappingini móti privatum fyritøkum á lýsingarmarknað¬inum?

Viðmerkingar:
Spurningurin um, hvønn rætt Kringvarp Føroya (KVF) skal hava á privata lýsingarmarknaðinum, hevur ofta verið umrøddur. Tað er greitt, at um KVF als ikki slapp at lýsa, so hevði hetta ikki bara verið ein smeitur fyri stovnin, men eisini fyri bæði lýsingarstovurnar, lurtarar og hyggjarar. Tí er eitt forboð neyvan rætti vegurin at fara.

Hinvegin er greitt, at KVF ikki púra ótálmað kann kappast móti privatum fyritøkum á tí marknaði, sum er sjálvt lívsgrundarlagið hjá hesum fyritøkum.

Kortini tykist tað, sum gerst KVF støðugt meira ágangandi á marknaðinum. Eitt dømi um tað er niðanfyristandandi skriv, sum 21. mars varð sent lýsingarstovunum. Skrivið sýnir, at KVF nú fer inn í kappingina um teir smáu lýsararnar, sum higartil mest hava lýst í privatu miðlunum:


”Tilboð upp á lýsingaframleiðslu


Til allar lýsingarstovurnar.

Kringvarpið ætlar at bjóða smáum lýsarum at fáa sjónvarps- og útvarpslýsingar framleiddar eftir einum ásettum leisti, og fyri ein fastan prís. Hetta, fyri at gera atgongdina til Kringvarpið lættari fyri teir smáu lýsararnar.

Vit vilja tí fegin biðja tykkum um prís upp á framleiðsluna av ávíkavist útvarps- og sjónvarpslýsingum, ið uppfylla niðanfyri standandi treytir:


Sum útgangsstøði ætla vit at halda lýsingarnar innan fyri 12 – 15 sekund, í mesta lagi 30 orð og til sjónvarpslýsingarnar í mesta lagi 3 vørur/myndir, umframt bakgrund og logo.

Her eru tvey dømi hvat slíkar lýsingar kundu havt av tekstinnihaldi:


”Í samband við, at ókeypis er at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin leygardagin, hava allir handlarnir í Klaksvík opið til kl. 22.
Klaksvíkar Handilsfelag. Býurin við fjølbroytta úrvalinum fyri bæði børn og vaksin.”

”Skósølan við Gøtugjógv. Hesa vikuna hava vit fingið nýggjar vetrar styvlar. Prísir úr 295,- kr. Eisini eru vælumtóktu gaggurnar frá Adidas aftur at fáa.


Skósølan við Gøtugjógv – skógvar til alla familjuna.”

Vinarliga lat okkum vita í seinasta lagi mánadagin 28. mars [hetta er seinni broytt til 7. apríl, SS)], hvat tit eru sinnað at gera hetta fyri, og send tað til umsitingarleiðaran Sannu Hansen – sanna@kringvarp.fo.

Um tit hava onkran spurning ella ivamál, so er bara at ringja ella senda mær ein teldupost.


Vinarliga/regards, XXX XXX
Lýsingarsamskipari / Advertising & Sales
Kringvarp Føroya / Faroese Broadcasting Corp.”


Á Løgtingi, 30. mars 2011

Sjúrður Skaale

Til spurning 1.
Spurningurin ljóðar, hvat eg haldi um, at Kringvarpið gerst støðugt meira ágangandi á lýsingamarknaðinum. Um hetta er ein veruleiki, so er tað tekin um, at kappingin um lýsingakrónurnar harðnar, og at allir miðlar seta øll segl til at tekkjast lýsarunum. Tað er ein sannroynd, at fjølmiðlamarknaðurin er sperdur, og at tað er eitt dagligt stríð at fáa inntøkur gjøgnum lýsingar. Tað er tað eisini fyri Kringvarpið, ið tó við sínum stóra móttakaraskara óivað hevur størri atdráttarmegi enn so mangir aðrir miðlar og tí dregur lýsaararnar at sær.

Lýsingar í almenna kringvarpsmiðlinum eru ein afturvendandi spurningur, sum hevur verið nógv umrøddur í Tinginum.


Spurningurin hevur mest snúð seg um niðurlaging av lýsingum sbrt. álitinum til løgtingsmál nr. 114/2005, har tilskilað er:


“Nevndin er av teirri áskoðan, at fyri at Kringvarpið kann varðveita tað óheftni, sum ein public service-stovnur eigur at hava, eigur at verða miðað ímóti, at tann bindingin, sum liggur í lýsingainntøkum frá handilslýsingum í Kringvarpinum verður niðurlagað í eitt 5 ára tíðarskeið. Samstundis ásannar nevndin, at tann fíggjarligi parturin eigur at uppvigast.”

Eg havi sum landsstýriskvinna ferð eftir ferð sagt, at so leingi annar liður í setninginum ikki verður uppfyltur, gongur líkningin ikki upp. Um eg taki lýsingamøguleikan og harvið eina inntøku frá einum av okkara týdningarmestu mentanarstovnum, so fær tað álvarsamar fylgjur fyri virksemið og public service-tænasturnar.

Samstundis eri eg fullgreið yvir truplu støðuna á privata miðlamarknaðinum, sum eisini hevur tørvu á lýsingakrónum fyri at fáa sítt virksemi at mala runt.


Eg vil í hesum sambandi vísa á, at eg havi sett eina nevnd ella fjølmiðlakommissjón at fáa greiði á júst hesum viðurskiftum Nevndin skal koma við uppskotum um, hvussu vit loysa henda spurningin, og hvussu vit skipa okkum, so liviligt er hjá øllum. Tað er ongin einføld loysn her og nú, og eg loyvi mær at bíða eftir tilmælinum frá nevndini í summar, til eg vónandi kann taka øll neyðug fyrilit og stinga út í kortið, hvat skal gerast. Eg veit, at nevndin eisini tekur henda spurningin í størsta álvara.

Til spurning 2
Sum er, kann Kringvarpið bæði lýsa á útvarps- og sjónvarpsmiðlinum, men ikki er loyvt at lýsa á internetinum. Ongar mannagongdir ella leiðreglur eru gjørdar fyri, í hvønn mun og hvussu Kringvarpið kann kappast.

Eg vil sjálvandi fylgja við framferðini hjá Kringvarpinum, men tað er torført at seta mørk í verandi støðu. Kringvarpið hevur ein opnan lýsingapolitikk, sum kappingarneytarnir hava innlit í. Tá mørk ikki eru sett, er torført at meta um, nær er farið út um mark.

Eg eri vitandi um, at ein kæra er latin Kappingarráðnum um kappingaravlagandi virksemi frá kringvarpinum.

Eg vil eisini gera vart við, at sambært § 5 í Kringvarpslógini er stýrið “ovasta leiðsla á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar.” Eg fari tí at kunna stýrið um henda fyrispurning.

Heldur enn at byrja at seta mørk ella gera leiðreglur, ynski eg, at lýsingaspurningurin verður loystur í síni heild.

Eg vil aftur seta mítt álít á, at eg fái tikið neyðug stig til at bøta um framtíðar støðu miðlanna, tá tilmælið frá fjølmiðlakommissjónini er komið undir land undan ólavsøku í ár.

Mentamálaráðið, 11. apríl 2011

Helena Dam á Neystabø
landsstýriskvinna