Heimasíðan dagførd

28 February 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Tað er ein sannroynd at heimasíðan er, saman við øðrum miðlum á alnótini er eitt týdningarmikið amboð at fáa boðskapin út. Krøvini til eina heimasíðu vaksa eisini, tað skal vera lætt at finna upplýsingar, yvirlitið skal verða greitt og so skal síðan innihaldið skal sjálvsagt eisini gera sítt til brúkarin vitjar síðuna.

Við dagførdu heimasíðuni er ein roynd gjørd at fáa alt hetta við – og flokkurin vil framhaldandi nýta síðuna sum sín fremsta kunningar – og tíðinda miðil.