Hallur nýggjur formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

24 February 2011
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fundurin varð hildin í EB-húsinum á Eiði, og farið var fram soleiðis, sum lógirnar áseta, at dagsskráin skal vera.

Formaðurin, Jóanes Johannesen, úr Funningi, greiddi frá gongdini í 2010, og boðaði samstundis frá, at hann fór at leggja frá sær sum formaður. Sum hann segði, hetta skuldi ikki skiljast soleiðis, at hann var avlúsaður politiskt, langt frá tí, men hann helt stundina vera komna til vaktarskifti.

Roknskapurin varð góðkendur, og vísti, at felagið er rímiliga væl fyri fíggjarliga. Harvið er felagið væl fyri at fara undir stóru avbjóðingarnar næsta árið, nú bæði løgtingsval og fólkatingsval standa fyri durum. Hildið var fast um limagjaldið á 150 krónur um árið.

Ongin kapping var um formanssessin, tí Hallur Ellingsgaard úr Oyndarfirði var einasta uppskotið. Hallur hevur drúgvar royndir í Tjóðveldinum. Politiska herskylda hansara hevur verið víðfongd. Hann hevur verið stillaður upp til val, hevur verið nevndarlimur í felagnum í áratíggju og í fleiri ár var hann formaður í aðalstjórn Tjóðveldisins. Síðan var nevndarval og eftir at nevndin hevur skipað seg er manningin hendan:



Hallur Ellingsgaard, Oyndarfjørður, formaður.
Anja Wenningstedt, Glyvrar, næstformaður.
Tórbjørn Jacobsen, Glyvrar, ritari.
Herbert Olsen, Rituvík, peningarøkil.
Jógvan Johannesen, Funningur, nevndarlimur.
Petur í Túni, Toftir, nenvdarlimur.
Jónsvein Bjartason, Strendur, nevndarlimur.

Eykalimir eru Fríðfinnur Jónsson. Leirvík og Jóanes Johannesen úr Funningi.

Hallur Ellingsgaard umboðar felagið í aðalstjórn floksins og Anja Wenningstedt er varamaður hansara.

Fríðfinnur Jónsson varð valdur grannskoðari og varamaður hansara er Jógvan Næs.

Delegeraði til floksting floksins, sum verður hildið í Haraldssundi í døgunum 25. - 26. mars, eru:

Fríðfinnur Jónsson, Leirvík.
Beinta Olsen, Rituvík.
Anja Wenningstedt, Glyvrar.
Dia Ellindson, Runavík.
Olaf í Garði Joensen, Eiði.

Varamenn eru Herbert Olsen, Rituvík og Petur í Túni, Toftir.

Eftir at ásetti parturin av ársaðalfundinum var avgreiddur var dúgliga kjakað um politisku støðuna í landinum. Øll tey stóru málini vóru uppi og vendu, og breið semja var um, at tíðin er komin til, at Tjóðveldi aftur kemur í landsins stjórn og tekur við leiðslu landsins. Nevndin fer nú av álvara at brynja seg til valini, sum fara at vera í næstum, og nógv virksemi stendur fyri durum, nú flokkurin á flokstinginum í næstum leggur fyri undir herrópinum: Frælsi og búskaparlig endurreisn.

Tórbjørn Jacobsen/ritari.