Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um “Anitu”, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvussu eru skattaviðurskiftini hjá manningini á Anitu og øðrum skipum, sum virka undir somu skipan?
2. Hvør tekur sær av lønarviðurskiftunum hjá manningini?
3. Hvør hevur ábyrgdina av, at skatturin verður goldin?
4. Hvussu fer skattingin fram tá útlendsk arbeiðsmegi er á føroyskum skipum?
5. Er nakar eftirlitsmyndugleiki sum kann tryggja, at manningin fær sína hýru?
Viðmerkingar:
Føroysk reiðarí eru seinnu árini farin at virka alt meira í altjóða sjóvinnu, og tí ábyrgdar málið við Anitu føroyskar myndugleikar í einum altjóða høpi. Eitt álvarsmál sum Anita vísir á fleiri prinsippmál fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, og tað krevst, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu upp á seg. Bæði viðvíkjandi tí at seta neyðug tiltøk í verk, tá talan sum her er um deyðsfall, viðvíkjandi lønarviðurskiftum og somuleiðis at vísa ábyrgdarfult fiskarí.
Yvirskipaði spurningurin til myndugleikarnar eftir Anitu-málið er, hvussu kunnu vit vísa í verki, at vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð. Taka vit avleiðingarnar og stramma lóggávu o.a., sum krevst, tá slík mál sum Anita eftir øllum at døma avdúka alskyns brot á lóggávu og vánaligan atburð og hugburð sum heild - bæði móti fólki og tilfeingi? Ella lata vit standa til.
Sendingin “Anita”, og alt sum er komið fram um viðurskiftini rundan um skipið aftaná, hava vakt vreiði og skelk millum fólk: Umstøðurnar umborð, trygdin, ógreiða ábyrgdarbýti millum yvirmenninar, arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá manningini og óvissan, um manningin fekk nakra hýru, eftir at teir vóru sendir av landinum. Alt hetta eru álvarslig viðurskifti, sum fekk allar føroyingar at kenna seg illa við og lítið ernar av okkara umdømi sum fiskivinnutjóð. Og mong mundu øtast, tá skipið ikki beinanvegin eftir vanlukkuna sjálvboðið sigldi inn, og tá avvarðandi myndugleiki heldur ikki kravdi skipið til lands. Bæði av menniskjansligum ávum, men eisini fyri at tryggja eitt dygdargott kanningararbeiði av vanlukkuni.
Fiskimannafelagið hevur leingi roynt at gjørt vart við, at alt ruggaði ikki rætt umborð á Anitu, og meldaði reiðaríið í mars 2013 til ymsar myndugleikar uttan at hava fingið svar. Nú meldaði Fiskimannafelagið aftur fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Sum skilst, var manningin sera bangin, um tey fóru at fáa sína hýru útgoldna, og enn vita vit ikki, um reiðaríið hevur livað upp til sínar skyldur.
Kunnu vit liva við, at so nógvir ivaspurningar verða reistir sum í hesum málinum? Okkara umdømi sum fiskivinnutjóð er sett í veð, skjótt er at bróta niður, nógv tyngri er at byggja slíkt álit uppaftur. Vit mugu taka ábyrgd og rudda upp í ógreiðum viðurskiftum, so vit aftur kunnu vera errin av at kalla okkum fiskivinnutjóð.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Gunvør Balle
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um “Anitu”, settur Johan Dahl, landsstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hví gav Sjóvinnustýrið ikki Anitu siglingarbann eftir vanlukkuna umborð á Anitu, tá § 33 í lóg um trygd á sjónum heimilar Sjóvinnustýrinum hesum?
2. Er landsstýrismaðurin samdur við niðurstøðuna hjá Sjóvinnustýrinum?
3. Metir landsstýrismaðurin at trygdin hevur verið í lagi umborð á Anitu?
4. Hvat ger landsstýrismaðurin við, at arbeiðsloyvini hjá manningini umborð á Anitu ikki vóru í lagi?
5. Hóast Sjóvinnustýrið alment frásigur sær at fremja eftirlit við útlendskari manning, hevur Sjóvinnustýrið so ikki generella skyldu at fremja eftirlit við, at skip undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi lúka krøvini um trygd umborð, og at umstøðurnar hjá manningini annars eru í samsvari við treytir/krøv í altjóða sáttmálum/ásetingum?
6. Er nakar myndugleiki, ið tryggjar, at manningin fær sína hýru fyri túrin, aftaná at teir eru heimfarnir?
7. Í mars í 2013 meldaði Fiskimannafelagið Anitu til ymsar myndugleikar, m.a Vinnumálaráðið, hvat hevur ráðið svarað felagnum?
8. Eru nøkur viðurskifti viðvíkjandi Anitu, sum landsstýrismaðurin ikki heldur kunnu góðtakast, um so er, hvørji eru hesi, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við júst hetta málið og fyri at fyribyrgja, at hesi ikki henda aftur?
Viðmerkingar:
Føroysk reiðarí eru seinnu árini farin at virka alt meira í altjóða sjóvinnu og tí ábyrgdar málið við Anitu føroyskar myndugleikar í einum altjóða høpi. Eitt álvarsmál sum Anita vísir á fleiri prinsippmál fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, og tað krevst, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu upp á seg. Bæði viðvíkjandi tí at seta neyðug tiltøk í verk, tá talan sum her er um deyðsfall og somuleiðis at vísa ábyrgdar-fult fiskarí og syrgja fyri at gørnini beinavegin verða tikin inn.
Yvirskipaði spurningurin til myndugleikarnar eftir Anitu-málið er, hvussu kunnu vit vísa í verki, at vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð. Taka vit avleiðingarnar og stramma lóggávu oa., sum krevst, tá slík mál sum Anita eftir øllum at døma avdúka alskyns brot á lóggávu og vánaligan atburð og hugburð sum heild - bæði móti fólki og tilfeingi? Ella lata vit standa til.
Syrgilig deyðsvanlukka hendi umborð á garnaskipinum Anitu, tá ein maður sló út tann 11. februar í ár. Kortini valdi skiparin og reiðarin ikki at sigla inn, men at halda fram við at fiska. Ikki fyrr enn nærum tvær vikur seinni kom skipið til lands. Eitt skip er eitt arbeiðspláss, og starvsfólk umborð á skipum eiga ikki hava verri sømdir, tá tað ræður um trygg arbeiðsviðurskifti og eftirkanning av arbeiðsóhappum, enn starvsfólk á arbeiðsplássum á landi.
Kapittul 7, § 33 í lóg um trygd á sjónum er soljóðandi:
"Sjóvinnustýrið kann seta skipinum siglingarbann, er tað fongt við brekum, ella eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív ella heilsu hjá teimum, ið eru umborð, í vanda."
Sendingin “Anita” og alt, sum er komið fram um viðurskiftini rundan um skipið aftaná, hava vakt vreiði og skelk millum fólk: Umstøðurnar umborð, trygdin, ógreiða ábyrgdarbýti millum yvirmenninar, arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá manningini og óvissan um manningin fekk nakra hýru eftir, at teir vóru sendir av landinum. Alt hetta eru álvarslig viðurskifti, sum fingu allar føroyingar at kenna seg illa við og lítið ernar av okkara umdømi sum fiskivinnutjóð. Og mong mundu øtast, tá skipið ikki beinan-vegin eftir vanlukkuna sjálvboðið sigldi inn, og tá avvarðandi myndugleiki heldur ikki kravdi skipið til lands. Bæði av menniskjansligum ávum, men eisini fyri at tryggja eitt dygdargott kanningararbeiði av vanlukkuni.
Fiskimannafelagið hevur leingi roynt at gjørt vart við, at alt ruggaði ikki rætt umborð á Anitu, og meldaði reiðaríið í mars 2013 til ymsar myndugleikar uttan at hava fingið svar. Nú meldaði Fiskimannafelagið aftur fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Kunnu vit liva við at so nógvir ivaspurningar verða reistir, sum í hesum málinum? Okkara umdømi sum fiskivinnutjóð er sett í veð, skjótt er at bróta niður, nógv tyngri at byggja slíkt álit uppaftur. Vit mugu taka ábyrgd og rudda upp í ógreiðum viður-skiftum, so vit aftur kunnu vera errin av at kalla okkum fiskivinnutjóð.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Gunvør Balle
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.
Fyrispurningur um “Anitu”, settur , Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hví vórðu stig ikki tikin til at fáa reiðaríið hjá Anitu at taka gørnini inn fyrr?
2. Hevði Anita fingið undantaksloyvi at lata gørnini standa longri enn teir 72 tímarnar, sum sambært lógini er longsta tíð, tey kunnu standa?
3. Um ikki, er tað so at meta sum ólógligur fiskiskapur, tá skipið brýtur hesa áseting?
4. Um svarið upp á spurning 3 er ja, hví sigur Fiskiveiðieftirlitið so, at teir ikki hava mandat at seta reiðarínum krøv um at draga gørnini, ella at fáa annað skip at draga gørnini upp á rokning hjá reiðarínum hjá Anitu?
5. Fær tað nakrar avleiðingar (fyri avvarðandi myndugleika ella reiðaríið), at gørnini hava staðið so leingi úti?
6. Í mars í 2013 meldaði Fiskimannafelagið Anitu til ymsar myndugleikar, m.a Fiski-málaráðið, hvat hevur ráðið svarað felagnum?
7. Eru nøkur viðurskifti viðv. Anitu, sum landsstýrismaðurin ikki heldur kunnu góðtakast, um so er, hvørji eru hesi, og hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at fyribyrgja at hesi ikki henda aftur?
Viðmerkingar:
Føroysk reiðarí eru seinnu árini farin at virka alt meira í altjóða sjóvinnu og tí ábyrgdar málið við Anitu okkara myndugleikar í einum altjóða høpi. Eitt álvarsmál sum Anita vísir á fleiri prinsippmál fyri eina sjóvinnutjóð sum Føroyar, og tað krevst, at avvarðandi myndugleikar taka sína uppgávu í fullum álvara. Bæði viðv. tí at seta neyðug tiltøk í verk tá talan sum her er um deyðsfall og somuleiðis at vísa ábyrgdarfult fiskarí og í hesum føri syrgja fyri, at gørnini beinanvegin verða tikin inn.
Yvirskipaði spurningurin til myndugleikarnar eftir Anitu-málið er, hvussu kunnu vit vísa í verki, at vit eru ein ábyrgdarfull fiskivinnutjóð. Taka vit avleiðingarnar og stramma lóggávu o.a., sum krevst, tá slík mál sum Anita eftir øllum at døma avdúka alskyns brot á lóggávu og vánaligan atburð og hugburð sum heild - bæði móti fólki og tilfeingi? Ella lata vit standa til.
Syrgilig deyðsvanlukka hendi umborð á garnaskipinum Anitu, tá ein maður sló út tann 11. februar í ár. Kortini valdi skiparin og reiðarin at halda fram við at fiska, og skipið kom ikki til lands fyrr enn nærum tvær vikur seinni, tá sjóforhoyr skuldi vera. Ikki fyrr enn 4. apríl frættist, at Anita er farin at taka gørnini upp, meir enn ein mánað eftir, at tey vórðu sett. Í kunngerðini um garnaveiðu er ásett, at tá fiskifør fara inn at avreiða, og gørnini standa úti, skulu ikki ganga meiri enn 72 tímar, til skipið aftur er á fiskileið og fer at draga. Í Føroyum hava vit eisini bann móti útblaking og sjálvt um her ikki er talan um beinleiðis útblaking, er úrslitið tað sama. Her er talan um stóra mongd av fiski, ið verður veiddur uttan at koma til høldar.
Tað er heilt ørkymlandi, at fúti, Fiskiveiðieftirlitið og Fiskimálaráðið lata standa til, tá tað er mangt, sum bendir á, at brot er á lógina, og at eingin myndugleiki við teimum heimildum, sum lógin gevur, ger nakað við hetta málið.
Kjartan Hoydal sigur í blaðgrein, at -”Hetta er ein umhvørvisgøla av teimum stóru og kann, sum so nógv annað í málinum um Anitu, raka Føroyar hart”. Hann vísir á, at um gørnini ikki verða røkt, sum tey skulu, ella mist, fiska tey framvegis, og úrslitið er, at fiskurin rotnar í gørnunum og fer fyri skeyti. Kjartan Hoydal vísir á, at hetta er orsøkin til, at Føroyar í NEAFC hava verið við til at banna gørnum í altjóða sjógvi. “Vit skulu ikki gloyma, at umhvørvisfelagsskapir eru líka ágangandi móti veiðu á djúphavinum, sum móti grindadrápi”.
Fiskimannafelagið hevur leingi roynt at gjørt vart við, at alt ruggaði ikki rætt umborð á Anitu, og meldaði reiðaríið í mars 2013 til ymsar myndugleikar uttan at hava fingið svar. Nú meldaði Fiskimannafelagið aftur fyri at brúka útlendska arbeiðsmegi uttan arbeiðsloyvi til at landa í Føroyum. Tað endaði við, at manningin varð send av landinum, tí útlendingarnir høvdu ikki neyðug arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Kunnu vit liva við, at so nógvir ivaspurningar verða reistir, sum í hesum málinum? Okkara umdømi sum fiskivinnutjóð er sett í veð, skjótt er at bróta niður, men nógv tyngri er at byggja slíkt álit uppaftur. Vit mugu taka ábyrgd og rudda upp í ógreiðum viðurskiftum so vit aftur kunnu vera errin av at kalla okkum fiskivinnutjóð.
Á Løgtingi, 8. apríl 2014
Gunvør Balle

