1. Hvat heldur landsstýrismaðurin um úrslitið av PISA kanningini?
2. Hvørji átøk er ætlanin at fara undir til tess at bøta um úrslitini til næstu kanning?
3. Hvat ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at gera við, at tveir triðingar av føroysku fólkaskúlanæmingunum hava veikan ella sera veikan lesiførleika?
4. Hvat ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at gera við, at serliga dreingir hava so ringar lesiførleikar?
5. Er nakað gjørt við tilmælið frá Bókadeildini um bókapakkar?
6. Hvat hendir við uppskotinum, ið var samtykt í vár, ið skal tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini?
Viðmerkingar:
Ad 1-4: Úrslitini frá 3. PISA kanning eru komin, og tey eiga at seta gongd á eina røð av átøkum til tess at bøta um støðið í fólkaskúlanum, umframt eina eftirmeting av teimum átøkum, ið eru sett í verk.
Eitt av mest órógvandi úrslitunum er, at 65% av næmingunum hava veikan ella sera veikan lesiførleika, og at bara heilt fá hava sera góðan lesiførleika. Sjónligur munur er á, hvussu væl føroyskir næmingar duga at lesa, samanborið við næmingar í hinum Norðurlondunum. Í fjør høvdu 29 % av føroysku næmingunum ikki virkisføran lesiførleika. Og Føroyar hava sera fáar lesarar í fólkaskúlanum, sum eru framúr góðir, bara eitt prosent.
Skúlablaðið skrivar: “Eisini er tað greitt, at føroyskar skúlagentur duga betur at lesa enn dreingirnir. Tær duga so nógv betur, at tær eru eitt heilt skúlaár framman fyri dreingirnar. Hóast nógv lesiátøk og nógv ljós hevur verið varpað á lesing síðani 2006, tá føroyskir næmingar fyrstu ferð vóru við í PISA-kanning, standa dreingir í stað í lesing og eru eitt heilt skúlaár aftan fyri genturnar” stendur í blaðnum.
PISA-kanningin staðfestir, skrivar Skúlablaðið, at serliga vánaliga úrslitið hjá dreingjum í lesing er órógvandi. Tí at duga at lesa er ein fortreyt fyri at kunna loysa uppgávur í øðrum lærugreinum. Tað merkir, at er ein næmingur ikki stinnur í lesing, so er ein ávísur lesiførleiki neyðugur hjá honum fyri at klára seg í øðrum lærugreinum.
Ad 5: Bókadeildin læt Mentamálaráðnum eitt tilmæli fyri tveimum árum síðan, har mælt varð til, at øll børn fingu 5 bókapakkar, longu áðrenn tey fóru í skúla, fyri at styrkja lesiførleikarnar. Sum skilst er einki hent víðari í málinum. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat varð av hesum tilmæli?
Ad 6: Fyrr í ár samtykti Løgtingið uppskot frá undirritaðu, har heitt varð á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur. Hetta uppskot er rættiliga viðkomandi í hesum høpi. At fáa so nógv føroyskt tilfar, sum tilber, á elektronisku og samskiftismiðlunum er týðandi liður í at bøta um lesiførleikarnar. Tí tað er staðfest, at serliga dreingir lesa ikki bøkur av sær sjálvum, men hinvegin ferðast tey nógv á elektroniskum- og samskiftismiðlum.
Á Løgtingi, 10. desember 2013
Gunvør Balle

