Gunvør spyr um Mentanargrunn Landsins

14 January 2014
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Fyrispurningur um Mentanargrunn Landsins, settur Bjørn Kalsø, landsstýris-manni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða skipanina fyri Mentanargrunnin?

2. Um ja, hvørjar eru ætlaðu broytingarnar?

3. Hvussu skal nýggja játtanin til filmslistina umsitast?

4. Eru listaráð fyri ávísar listagreinar sett, sum Mentanargrunnurin kann søkja sær sakkøna ráðgeving hjá?

5. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at broyta ásetingarnar í lógini um krøv til fakligu førleikarnar hjá nevndarlimunum?

6. Er ætlanin at broyta grein 4 í kunngerðini um starvslønir?

7. Er tað rætt, at Mentanargrunnurin sum nakað nýtt nú krevur, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn játtaður stuðul verður útgoldin?

8. Um svarið til spurning 7 er játtandi, er hetta so lóglig umsiting, tí kunngerðin, ið liggur á heimasíðuni hjá Mentanargrunninum, er ikki broytt?

9. Hvussu nógv av tí, sum Mentanargrunnurin játtar til stuðulsumsøkjarar árini 2011, 2012 og 2013, var ongantíð útgoldið til fólk - og tí ikki gagnnýtt?

10. Ger grunnurin nakað fyri at tryggja, at tað er eitt realistiskt lutfall millum upphæddirnar, søkt verður um, og tað, sum verður játtað, soleiðis at játtaðu upphæddirnar kunnu verða útgoldnar?

11. Hvat hendir við tí peningi, sum ikki verður útgoldin?

12. Er tað rætt, at grunnurin noktar umsøkjarum stuðul til somu verkætlan árið eftir?

13. Um svarið til spurning 12 er játtandi, hvar finst heimildin fyri hesi grundgeving?

Viðmerkingar:

Ad 1, 2 og 3: Tað hevur ljóðað frá landsstýrismanninum, at hann arbeiðir við at fremja broytingar í Mentanargrunninum, tí hevur tað áhuga, hví hann heldur, tað er neyðugt við broytingum, og hvørjar hesar eru.

Ad 4: Í starvsskipanini stendur, at “Ætlanin er at skipa listaráð fyri ávísar listagreinar. Til hesi ráð kann nevndin søkja sær sakkøna ráðgeving hjá avvarðandi felagsskapum ella hjá stovni ella einstaklingi, sum nevndin metir hevur neyðturviligan førleika í málinum, sum umsóknin snýr seg um.”

Ad 5: Í grein 3 í lógini um Mentanargrunn Landsins stendur, at “Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan.” Tað kann undra, at lógin sum tað fyrsta nevnir samfelagsligar førleikar og als ikki nevnir listaligar førleikar. Í somu grein stendur, at landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann, og í løtuni hava bæði umboðini hjá landsstýrismanninum førleikar innan tað samfelagsliga økið. Tey, ið arbeiða við list burturav, hava aftur og aftur eftirlýst, at nevndarlimirnir í Mentanargrunninum hava størri innlit í listina.

Ad 6: Javnan hoyrist stór ónøgd við, at játtanin verður lutað sundur í so mong, smá pettir, ístaðin fyri at lata færri umsøkjarum hægri stuðul ella starvsløn í eitt longri tíðarskeið. Ofta eru játtaðu stuðulsupphæddirnar so smáar, at ógjørligt er at gjøgnum-føra verkætlanina - serliga nú nýggj siðvenja tykist vera, at peningurin ikki verður útgoldin, fyrr enn verkætlanin er liðug. Eisini er ónøgd við, at tað skal vera ein ávís verkætlan, fyri at játtan kann latast. Yrkislistafólk, t.d. myndlistafólk, hava ofta torført við at vísa á eina ávísa verkætlan, tá søkt verður, tí tey hava fyrst og fremst tørv á at fáa arbeiðsfrið.

Ad 7 og 8: Tað frættist, at Mentanargrunnurin nú krevur, at verkætlanin skal vera liðug, áðrenn stuðulin verður útgoldin. Hetta samsvarar ikki við grein 7 í kunngerðini um Mentanargrunnin: “stuðulsmóttakari skal lata nevndini fyri Mentanargrunni roknskap og frágreiðing, eftir at tiltakið er av, tó í seinasta lagi 1. mars árið eftir játtanarárið”.

Ad 9-13: Av tí, at játtaðu upphæddirnar eru so smáar er ofta ógjørligt hjá stuðuls-móttakaranum at gjøgnumføra verkætlanina, og tí eru dømir um, at játtanin fellur aftur til Mentanargrunnin. Um sami umsøkjari søkir aftur árið eftir, fær hann noktandi svar við tí grundgeving, at umsøkjarin longu hevði søkt um pengar til somu verkætlanir árið frammanundan. Hóast umsøkjarin reelt ongantíð fekk peningin útgoldnan.

Á Løgtingi, 13. januar 2014

Gunvør Balle