Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum viðvíkjandi havrannsóknarskipi
1. Ætlar landsstýrið at útvega føroyingum eitt nýtt havrannsóknarskip?
2. Um ja, nær skal nýggja skipið eftir ætlan vera klárt at taka í nýtslu?
3. Er semja í landsstýrinum, um skipið skal eigast og rekast av tí almenna ella av privatum?
4. Um ætlanin er, at skipið skal eigast og rekast av privatum, hvussu kemur ein slík avtala við privatan eigara at síggja út, og hvørjir eru fíggjarligu fyrimunirnir og vansarnir fyri landið?
5. Er ætlanin at skipið skal byggjast í Føroyum?
Viðmerkingar:
Eitt havrannsóknarskip hevur avgerandi týdning fyri okkum sum fiskivinnutjóð, tí gransking í havsins tilfeingi og í havinum sjálvum er fyrst og fremst ein íløga í framtíðina, sum kann tryggja, at vit eisini í komandi tíðum kunnu liva burðardygt við og av havinum.
Vit eru stødd í stórari uttanríkis- og handilspolitiskari kreppu, við hóttanum um víðkað handils-bann frá ES hangandi yvir høvdinum. Um hóttanirnar gerast veruleiki, kunnu avleiðingarnar syndra útflutningin, og harvið búskapin. Vit hava ongantíð havt so stóran tørv á júst at raðfesta havrannsóknir fyri at styrkja okkara argumentir og vinna málið um, at vit eiga størri part av uppisjóvarkvotuni. Hetta ger eingin annar fyri okkum. Vánaligi standurin hjá verandi skipi og óvissan um framtíðarætlanirnar viðvíkjandi nýggjum skipi er ørkymlandi, og tí er gott at fáa at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur.
Hóast tørvurin er ovurstórur, eru enn ongar ítøkiligar ætlanir komnar frá landsstýrinum um nýtt havrann¬sóknarskip. Magnus Heinason hevur tænt fyri seg, og skipakøn meta, at hann longu innan fá ár ikki er siglingarførur longur. Landsstýrismaðurin hevur í fíggjar- lógaruppskotinum fyri 2014 ikki sett pening av til umvælingar av skipinum, men upplýst er, at hesin peningur skal takast av rakstrar¬játtanini hjá Havstovuni.
Í mong ár hevur Havstovan átt og rikið fiskirannsóknarskipið og havt fulla ávirkan á at leggja rannsóknirnar best møguligt til rættis eftir gýtingar- og gróðrartíð og eftir arbeiðinum á stovninum annars. Av Havstovuni verður sagt, at einki rannsóknarskip kann brúkast nógv størri part av árinum, enn Magnus Heinason hevur verið. Ein av fremstu granskarunum á Havstovuni hevur verið alment frammi og sagt, at tað einasta rætta er, at eitt skip verður bygt við almennum pengum, sum vit sjálvi eiga og reka og kunnu stýra, nær vit hava tørv á at brúka. Og so ber framhaldandi til at leiga tað út tey tíðarskeiðini, Havstovuni ikki tørvar tað, júst sum hevur verið gjørt við Magnus Heinason.
Tí hevur tað alstóran almennan áhuga at frætta um, hvørt landsstýrið arbeiðir við einum nýggjum havrannsóknarskipi ella ikki, um hetta skal vera privat ella alment rikið og átt, eins og tað hevur áhuga at vita, um ætlanin er, at skipið skal byggjast í Føroyum ella ikki.
Á Løgtingi, 26. november 2013
Gunvør Balle
Munnligur fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í umvhørvismálum viðvíkjandi dagføring av lógini um náttúrufriðing
1. Ætlar landsstýrið at dagføra lógina um náttúrufriðing?
2. Um nei, metir landsstýrismaðurin, at tørvur er á at endurskoða ella dagføra hesa lóg?
2. Um ja, hvørjar broytingar og dagføringar verða tá við?
3. Um ja, nær verður endurskoðað lóg løgd fyri Løgtingið?
Viðmerkingar:
Lógin um náttúrufriðing er frá 1970 og er gomul og ótíðarhóskandi. Hetta var áðrenn hugtøk sum lívfrøðiligt margfeldi, vistskipanir og burðardygg nýtsla blivu vanlig hugtøk, og áðrenn amboð sum umhvørvisárinsmetingar vórðu til.
Serkøn, ið arbeiða innan økið, hava í mong ár strongt á politisku myndugleikarnar um at endurskoða og dagføra lógina og fyrisitingina. Víst verður á, at fyrisitingin av náttúrufriðing við friðingarnevndum er frá eini farnari tíð, og eingin yvirskipað lendisplanlegging er, eins og manglandi politiskur vilji er til at fáa eina nútímans og vælvirkandi náttúruvernd.
Tí er tørvur á eini dagførdari lóggávu, eini nútímans fyrisiting av náttúruøkinum og eini heildarplanlegging fyri lendisnýtslu í Føroyum. Eisini vanta ásetingar um at verja hótt plantu- og djórasløg, um at banna ella avmarkað ávíst óheppið virksemi, og hvussu vit varðveita lívfrøðiligt margfeldi.
Vit skulu øll liva við og av náttúruni og lata hana víðari til eftirkomarar okkara í minst líka góðum standi, sum vit arvaðu hana. Tí áliggur tað landsmyndugleikunum at átaka sær hesa uppgávuna við neyðugum skili og orku. Spurningurin er tí, um landsstýrismaðurin ætlar at skipa so fyri, at vit fáa eina veruliga náttúrufyrisiting, sum t.d. verður løgd út til ein stovn við hollum fakligum førleikum.
Á Løgtingi, 26. november 2013
Gunvør Balle

