Gunvør spyr um fosturtøkuráðgeving og um Landsbókasavnið

11 September 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum viðvíkjandi fosturtøkuráðgeving

1. Hví skal fosturtøkuráðgeving fara fram hjá Gigni?


2. Hvønn serkunnleika hava starvsfólk í Gigni til at taka sær av fosturtøku ráðgeving?


3. Verður talan um at førleikamenna og skúla starvsfólk til hesa nýggju uppgávu?


4. Hvat kemur tað at kosta at leggja hetta nýggja øki til Gigni?


5. Eru ætlanir um at niðurleggja verandi fosturtøkuráðgeving hjá Sjálvhjálpini, ella er ætlanin at hava ráðgevingina í báðum støðum?

Viðmerkingar
Í frágreiðingini á ólavsøku í ár segði løgmaður soleiðis: “Fosturtøkuráðgevingin verður skipað sum partur av virkseminum hjá Gigni soleiðis, at ráðgevingin verður styrkt við serkønum á hesum øki.”

Orðavalið undrar tí tað kundi ljóða, sum einki tilboð um fosturtøkuráðgeving finst. Eitt annað alment tilboð er tó tøkt, nevniliga hjá Sjálvhjálpini. Sjálvhjálpin, skipað undir Almannamála¬ráðnum fær 523.000 kr. á fíggjarlógini til at veita fólki við ymsum persónligum trupulleikum hjálp og ráðgeving. M.a. um tey umhugsa forsturtøku. Tí er áhugavert at fáa at vita, um ætlanin er at hava fosturtøkuráðgeving í tveimum støðum, undir tveimum ymsum aðalráðum.

Sjálvhjálpin hevur eitt lið av serfrøðingum, ið geva góð ráð - ein sosialráðgevi, ein sálar¬frøðingur, ein guðfrøðingur og ein sexologur eru knýtt at Sjálvhjálpini. Fólk, ið venda sær til Sjálvhjálpina kunnu vera dulnevnd, og øll, sum arbeiða á Sjálvhjálpini, hava tagnarskyldu.

At ganga við tonkum um fosturtøku er sárt og tyngjandi, og tí hevur tað týdning, at fólk kunnu vera dulnevnd, og at tey hava møguleika fyri at tosa við fólk, tey ikki kenna. Gigni hevur eina stóra uppgávu í at taka sær av tí fødda barninum og tess heilsustøðu og menning gjøgnum uppvøksturin. Starvsfólkini í Gigni hava serútbúgving í júst hesum og gera eitt sera gott arbeiði kring alt landið. Nú skulu heilsufrøðingar í Gigni helst lærast upp innan nýtt øki - nevniliga fosturtøkuráðgeving. Tað kann væl hugsast, at tað fyri manga kvinnu kemur at virka ørkymlandi og skeivt, at tosa við sama heilsufrøðing um tankar um fosturtøku, sum tú hevur við at gera til dagligt um tíni børn. Tað kann tí hugsast, at hendan tænastan verður lítið og einki brúkt, umframt at tað má verða talan um eina dýrari skipan, tá sama ráðgeving finst í tveimum støðum.


Á Løgtingi, 10. september 2013

Gunvør Balle

Munnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum viðvíkjandi Landsbókasavninum

1. Hvussu verður við talgildingar-verkætlanini hjá Landsbókasavninum?


2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera eina roynd at fáa fatur á handritinum hjá Williami Heinesen, soleiðis at Landsbókasavnið kann fáa handritið í varveitslu?

Viðmerkingar


Ad 1)
Tað hevur ligið á ljóði, at Landsbókasavnið var sloppið upp í eina verkætlan saman við danska Statsbiblioteket um at fáa talgilt allar teir gomlu mikrofilmarnar við teimum føroysku avísunum og bløðunum. Talan var um eina bíliga loysn fyri Føroyar, men sum kann loysa ein stóran trupulleika. Skjótt fer danska verætlanin í gongd, men enn er eingin niðurstøða, um peningur verður til taks, so Landsbókasavnið kann vera við í talgildingini.

Nógv fólk kemur hvønn dag inn á Landsbókasavnið at leita eftir tilfari í gomlu avísunum, men mikrofilmarnir eru sera ótíðarhóskandi og ópraktiskir at brúka, og verða heldur ikki brúktir í nøkrum øðrum londum, vit hava hug at samanbera okkum við.

Ad 2)
Tá tað frættist, at gamalt originalt handrit hjá Williami Heinesen varð selt á danskari uppboðssølu, royndi Landsbókasavnið at bjóða. Peningurin, ið var játtaður Landsbókasavninum frá Menta¬málaráðnum at bjóða við, rakk tó ov stutt. Seinni kom tó fram, at føroyingur hevði keypt handritið og hevur tað nú í varðveitslu.

Handrit av slíkum virði eigur sjálvsagt at vera í Landsbókasavnsins varðveitslu ístaðin fyri heima hjá einum privatum ella í eini bankaboks, og tí verður spurt, um nøkur roynd hevur verið gjørd at keypa handritið frá føroyinginum, ið eigur tað. Og um ætlanin er at royna at fáa fatur á handritinum.

Á Løgtingi, 10. september 2013

Gunvør Balle