1. Hvar liggur málið viðv. lýsing av kunngerðini um forskúlar?
2. Hevur Pedagogfelagið/Dagstovnaráðið fingið kunngerðina til hoyringar?
3. Hvør hevur fingið kunngerðina til hoyringar og hvørjar viðmerkingar eru komnar?
4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin viðv. stovnan av fleiri forskúlum?
5. Eru nakrar eftirmetingar gjørdar av verandi forskúlaskipanum og um ja, hvussu eru eftirmetingarnar gjørdar og hvat hava tær víst6. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at námsfrøðiligi serkunnleikin verður hoyrdur í avgerðum sum viðvíkja børnum undir skúlaaldur, sum td í málum viðv. stovnsetan av forskúlum ?
7. Hvør skal hava leiðsluna í framtíðar forskúlum - lærarar ella pedagogar, ella verður talan um tvíbýtta leiðslu?
Viðmerkingar:
Um Ólavsøkumundið kom alment fram, at kunngerðin um forskúlar skuldi setast í gildi 1.aug. Hetta hóast Pedagogfelagið hevur verið sera atfinningarsamt og sigur seg als ikki vera hoyrt. Undir viðgerðini av løgmansrøðuni segði Landsstýrismaðurin í mentamálum, at av tí at dagstovnaráðið ikki virkar, hevur tað ikki verið gjørligt at hoyra námsfrøðiliga partin. Eisini segði landsstýrismaðurin, at sum nú er virka teir 4 forskúlarnir um landið í lógloysi og tað ber ikki til at liva við, men hann fór at syrgja fyri at fáa dagstovnaráðið at virka. Hetta sama segði landsstýrismaðurin eisini í vár, tá undirritaða spurdi um dagstovnaráðið. Tí verður spurt aftur um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum viðv. forskúlum og um hann als ikki ætlar at taka námsfrøðingarnar við uppá ráð í hesi tilgongd.
Nógvar óvissur eru í hesum máli. Bæði viðv. tí innihaldsliga, tí námsfrøðiliga, har ein átrokandi spurningur er, hví skulu forskúlar setast á stovn. Hvat er motivið?
Er tað tí man metir tað vera best fyri børnini? Og um so er, út frá hvørjum argumentum er tað best fyri børnini, at fara inn í eina skúlaskipan sum 6-ára gomul heldur enn sum 7 ára gomul? –
Somuleiðis eru fleiri ivamál og spurningar um flokkingar, setanarviðurskifti og arbeiðs- og ábyrgdarbýtið millum lærarar og námsfrøðingar á forskúlunum. Pedagogar hava ongan sáttmála innan forskúlaøkið og ógreitt er hvussu leiðslan í forskúlunum skal skipast.
Fleiri og fleiri granskingarúrslit vísa á, at tað er ein myta, at tað hækkar fakliga støðið og Pisa-úrslitið um næmingar byrja tíðliga í skúla. Nýggj vitan vil enntá vera við, at tað er beinleiðis skaðiligt fyri børn at byrja ov tíðliga í skúla, tí tey hava ikki førleikan at hugsavna seg og tá kann úrslitið verða, at tey brenna út. Hetta er gransking, grundað á royndir frá londum, har børn fara í skúla ella forskúla sum 5 og 6 ára gomul. Við tí nýggju vitan, ið gerst alt meira alment góðtikin, er nógv sum bendir á, at vit í Føroyum hava gjørt rætt í at halda fast í at skúlaaldurin er 7 ár. Tí eiga vit at hyggja gjølla at teimum royndum, ið onnur lond hava gjørt sær og greitt vita hvat tað er vit vilja uppnáa við forskúlum. Tað krevur eina greiða ætlan, har pedagogar og lærarar á jøvnum føti verða tikin við uppá ráð í tilgongdini at skipa eitt møguligt forskúlatilboð.
Gunvør Balle
tingkvinna

